Um flokkin:

  • Tjóðveldi merkir fólkaræði: At tjóðin – fólkið í landinum – hevur valdið.
  • Tjóðveldi er ein hugsjón, ein rørsla og ein politiskur flokkur, sum stríðist fyri at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt og frælst land í heiminum við fólkaræði og javnrættindum fyri alt fólkið í Føroyum.
  • Millum tey politisku hjartamálini hjá Tjóðveldi eru:

Altjóða samstarv

sjálvberandi búskapur

frælst vinnulív

eitt samhaldsfast og sosialt rættvíst samfelag

sterk mentan og samleiki

útbúgving fyri øll

burðardygg umsiting av tilfeinginum, økismenning fyri alt landið –

og rættartrygd hjá hvørjum einstøkum menniskja.

Frælsi, fólkaræði, javnrættindi, samhaldsfesti og burðardygd
At fremja tjóðveldishugsjónina, virðini og málini er ongantíð eitt liðugt ella avmarkað verk. Frælsi skal skapast, tryggjast og endurskapast hvønn dag, um tað skal hava veruligt og varandi virði.

Í stevnu floksins og í stevnumiðunum ganga hesi hugsjónarligu virði – sum hava alheims gildi – aftur í øllum teimum politisku hjartamálunum og ítøkiliga politikkinum:

Frælsi

Fólkaræði

Javnrættindi

Samhaldsfesti

Burðardygd

Harumframt liggur málið um at menna føroyskar førleikar í einum nútímans, altjóða heimi sum ein áhaldandi drívmegi undir øllum tí politiska arb­eið­inum.

Hesi grundvirði og mál binda politikkin hjá Tjóðveldi saman á øllum økjum: Í tjóð­skap­ar­mál­um, í altjóða samstarvsmálum, í rættindamálum, í búskaparpolitikki, í vinnumálum, í sosial- og heilsupolitikki, í mentanarmálum, í útbúgvingar- og granskingarmálum, í umhvørvis- og orku­mál­um, í økismenning, í ungdómspolitikki o.s.fr.

Hugsjónarliga vágskálin

Tjóðveldi vigar støðugt síni politisku mál og sínar ítøkiligu avgerðir á hesi hugsjónarligu vágskál:

  • Fremur tað fullveldi fyri tjóðina?
  • Fremur tað frælsi fyri øll?
  • Fremur tað fólkaræði?
  • Fremur tað javnrættindi hjá øllum?
  • Fremur tað samhaldsfesti?
  • Fremur tað burðardygd?
  • Fremur tað føroyskar førleikar í einum nútímans heimi

Les meira um Tjóðveldi her:www.tjodveldi.fo