Kenna tit til tað, at ein ikki er heilt nøgd/ur við hvussu ein livir?
Vit hava tað við, at grenja um tey minstu tingini. Hvør kennir seg ikki aftur, við at hava verið ónøgd/ur við at summarið í Føroyum ofta ikki er so gott, sum vit kundu hugsa okkum. At vit ikki hava pengar til at keypa eitt ting, sum vit leingi hava ynskt okkum. At vit ikki sleppa at liva, sum vit vilja vegna Korona. Hesar ”trupulleikar” kunnu vit einki gera við, men alíkavæl grenja vit um teir.
Øll kenna eisini onkran heldur neiligan person. Ein person, sum heldur at alt er galið, líkamikið hvat tað er. Hetta kunnu vit heldur ikki gera nakað við. Tað ber ikki til at broyta ein persón, men tað ber til at broyta seg sjálva/n. So at ein hyggur øðrvísi uppá lívið.
Summarferian er eitt sera gott høvi til, at fáa broytt sín verumáta og lívstíl. Tað er leingi ljóst, ongin vekkari verður settur (Tja hetta við vekkara er ikki galdandi hjá foreldrum, sum hava livandi vekkarir). Alt í alt, so ger summarið okkurt við okkum, at vit hugsa øðrvísi.
Fyri at gera tað lættari fyri teg, havi eg skrivað nakrar livireglur her:

13 Livireglur
- Heldur verða til ein, enn at vera til nakað. Tað er meira umráðandi hvør tú er, enn hvat tú er.
- Ger tað besta tú kann. Hav í huganum, at tað gera hini eisini. Tað kann væl vera, at teirra besta er øðrvísi enn títt.
- Flenn, dansa, hav tað stuttligt. Leita eftir møguleikum at finna lættheit, gleði og stuttleika.
- Ikki leita eftir tí perfekta arbeiðinum, makanum, útbúgvingini ella húsinum. Finn heldur eitt arbeiði, maka, útbúgving og hús, sum er gott nokk. Bara tað gevur tað meira gleði enn tað mótsatta.
- Tú fer at møta nógvum stríðið og mótgangi. Tù hevur longu møtt mótgangið, tí tað er ein partur av lívinum. Tað er nógv í lívinum, sum tú ikki sleppur undan at uppliva. Verð tí ikki yvirraskað/ur, tá okkurt ikki gongur, sum tú hevði vantað og vóna.
- Sig ” Sama ger”. Títtari enn tú hevur hug til.
- Vìs takksemi framm um alt. Sig takk fyri tað tú hevur, ístaðin fyri at ørkymblast yvir tað tú ikki hevur, og tað tú heldur at hini hava. Soleiðis heldur tú fokus uppá tað sum er umráðandi fyri teg.
- Ansa eftir tínum vinskapum. Brúka tíð uppá tey, ver gávumildur við tær sjálvum, tínari tíð og pengum.
- Et góðan mat, drekk vín og áhugaverdar drinkir. Brúka tíð og pengar uppá forkelisið fyri allar sansar.
- Fyrigev og ver rúmlig/ur. Yvirfyri tínari familju, vinum, kenningum og teimum, sum tú møtur á tínum vegið. Men ikki minst yvirfyri tær sjálvum.
- Bið um hjálp, tak ímóti hjálp og trúgv ikki at tú kann klára alt sjálv/ur. Hygg rundan um teg, eftir øllum teimum fantastisku fólkunum í tínum lívið, sum við gleði vilja hjálpa tær. Tá tørvur er á tí.
- Trúgv uppá gongdina, alt fer at ganga. Tá tað virkar heilt ómøguligt, so skal tað nokk ganga alíkavæl. Tú er sterkari enn tú heldur.
- Tú er elska. ALTÌÐ Kærleiki verður vístur við nógvum ymiskum mátum og gerðum. Møguliga við eini góðari vinargerð, einum klemmi, glaðum gestum, eini gávu ella við onkrum hentum. Tað kunnu eisini vera orð ella eitt vinarligt eygnakast. Hygg væl eftir. Kærleikin er allastaðni rundanum teg.
Eg kann bert tosað fyri mítt viðkomandi. Eg haldi so avgjørt at hesar 13 reglurnar eru verdar at lesa og heilt víst liva eftir. Njót tað góða í lívinum. Við einum løttum lyndið kemur ein longst.


Beinta V. S. Hentze
Beinta er fødd og uppvaksin í Havn, men er búsitandi á Sandi. Hon er gift og tey eiga ein son saman. Tá sonurin var lítil, upprættaði hon ein blogg á Facebook og Instragram. Har bloggaði hon í nøkur ár. Áhugin fyri at skriva sum heild, hevur altíð verið til staðar. Áhugin fyri innrætting kom, tá tey fingu egna hús. Tá sá hon at Hús og Heim leitaði eftir bloggarum og hon skundaði sær at søkja, og var so heldig at fáa játtandi svar. Til dagligt skrivar hon heimanifrá vegna pínu í rygginum. Hennara áhugamál eru familjan, hennara hundar, skriving, innrætting matgerð, vinir, gongutúrar og so elskar hon eisini at vera kreativ uppá nógvar ymiskar mátar. Hon dámar sera væl endurnýtslu, bæði til innrætting, shopping og at vera kreativ.