Áðrenn & aftaná

Seinastu árini hava eg uppfrískað nøkur gomul møpilstykkir. Eitt av teimum fari eg at fortelja tykkum eitt sindur um í hesum bloggi. Tá eg síggi okkurt gamalt møpilstykkið, sum ongin skoytir um, síggi eg ofta møguleikar. Tankin um at sleppa at skapa okkurt burtur úr onkrum, sum er niðurslitið, og at endurnýta møplar, er rættiliga hugaligur haldi eg.  Ofta skal ikki so nógv til fyri at uppfríska eitt møpilstykkið, og fyrimunurin er eisini, at mann endar við at skapa okkurt makaleyst, sum kann seta ein serligan dám á heimið.

Íblástur

Summi hava spurt meg, hvar eg fái mín íblástur frá, og um eg beinanvegin dugi at ímynda mær endaúrslitið. Svarið í stuttum er, at tað er eitt sindur ymiskt. Viðhvørt fái eg beinanvegin eina mynd av hvussu møpilstykkið kundi komið at sæð út. Aðrar tíðir kann eg ímynda mær lutvíst hvussu tað fer at síggja út, og so fái eg íblástur til tey ymsu stigini soleiðis hen ad vejen.

Fyri nøkrum fáum mánaðum síðani keypti eg hetta skápið á tinghúsinum. Tá eg sá tað var tað eingin ivi í, at eg vildi keypa tað. Eg fekk skápið fyri 175 kr og fór so sleipandi avstað við tí. Eg hoyrdi tvær eldri damur sig: “áh tey ungu í dag, keypa sovorðið skrambul”, men eg visti uttan ivað, at hetta fór at blíva til eitt stuttligt og væleydnað projekt.

Framferðarháttur

Tað fyrsta eg gjørdi var at taka hurðarnar av. Síðani fór eg ígongd við at pussa málingina av. Hetta tók mær rættiliga langa tíð, men tað legði eg ikki so nógv í; tí at standa uttanfyri og pussa og gerast heilt skitin av støvinum og móð í arminum, var eitt slag av avstressing fyri meg. Bara tað at sleppa at skapa og gera okkurt annað enn tær vanliga gerandis uppgávurnar var deiligt. Tá skápið var liðugt pussað fór eg ígongd við at avmarka við málaraklisturbandi og so ígongd við at mála. Eg brúkti eitt 0,35 litrar málingaílat frá Hjá Fróða. Síðurnar á skápinum og hillarnar, sum vóru pussaðar, blivu fyrst smurdar við lúti, fyri at varðveita tann pena hvíta litin á trænum. Um man ikki smyr lút á furutræ gulnar viðurin við tíðini, og missir sostatt tann vakra ljósa litin. 24 tímar eftir, at lúturin var smurdur á, smurdi eg tripp trapp natúrsápu á viðin. Eg gav skápið einar 5 umgangir við natúrsápuni.

Tað síðsta eg fór í holt við, var at skifta handtøkini út. Tey nýggju handtøkini eru frá Borg í Havn.

Eg havi síðani valt at heingja skápið upp í okkara borðstovu, men haldi sjálv, at skápið eisini hevði riggað væl inni í einum barnakamarið.

Tilfar

Pussimaskina, sandpapír, málaraklisturband, máling, handtøk frá Borg, lútur og tripp trapp natúrsápu.

Image

Rannvá Djurholm Graham

Rannvá Djurholm Graham er útbúgvin Bachelor in Business Analysis í Nýslæandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og sínum trimum synum. Í løtuni er Rannvá í barsil, men starvast vanliga sum bókhaldari.