Eg haldi sjálv, at man blívur so eyka glað(ur) fyri eitt møbulstikki, tá man veit, at tað ikki hevur kostað alla verðina, og tá man hevur lagt orku í tað.
Tá vit fluttu inn í okkara heim í Nýsælandi byrjaði eg so smátt at leita eftir einum vitriniskápið. Mær hevur altíð dámt so væl vitriniskápið hjá mostir mínari, so eg var uppá útkikk eftir einum líknandi skápi.
Eg fann tó skjótt útav, at tað var ikki bara bara at finna eitt vitriniskáp við eitt sindur av karakteri. Eg tímdi ikki at keypa eitt stílreint skáp frá einum handli, men vildi heldur bíða eftir tí rætta og vónaði at finna okkurt skáp frá einum endurnýtsluhandli.
Endiliga eitt kvøldið, tá vit vóru í Føroyum fann eg eitt vitriniskáp, sum mær dámdi sera væl á einari Nýsælandskari endurnýtsluheimasíðu. Eg var spent og vísti manninum eina mynd av vitriniskápinum, men hann helt ikki, at tað var vert at keypa.

Vit tosaðu aftur og fram um tað og til endans segði hann eitt so hálvt ja…. og so smekkaði eg til.
Svigerpápi fór eftir skápinum fyri okkum, og tá vit komu aftur til Nýsælands stóð skápið í stovuni og bíðaði eftir at blíva uppfrískað.
Áðrenn vit fóru úr Føroyum, keypti eg fýra handtøk frá Borg til skápið.
Fyri at vera heilt erlig, so var tað nógv arbeiði í at pussa skápið. Eg mátti fáa alt lakkið av, so at málingin ordiligt fór at seta seg fast. Tá pussingin av yvirstaðin byrjaði eg at mála við grundara og so við bláari máling.

Eg tímdi ikki at mála tað hvítt, svart ella grátt, men vildi heldur mála tað ein øðrvísi lit fyri at fáa eitt sindur at liti inn í stovuna og køkin.
Eg haldi sjálv, at man blívur so eyka glað(ur) fyri eitt møbulstykki, tá man veit, at tað ikki hevur kostað alla verðina, og tá man hevur lagt orku í, at fáa tað til tað møbulstykkið man ynskti sær.

Vitriniskápið kostaði 700 krónir umframt máling og sandpapír.
Tað góða er eisini, at maður mín nú er glaður fyri skápið og dámar væl úrslitið.

Rannvá Djurholm Graham
Rannvá Djurholm Graham er útbúgvin Bachelor in Business Analysis í Nýslæandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og sínum trimum synum. Í løtuni er Rannvá í barsil, men starvast vanliga sum bókhaldari.