Áðrenn & aftaná – 1 partur

At tað skuldi verða so umfatandi, var eg (tíbetur) ikki fyrireikað uppá, men eftir trý ár, høvdu vit so eitt deiligt heim, sum er karmurin um eina rokaliga familju uppá fimm

Íblástur, íblástur, íblástur! Tað fær man ikki nokk av, um ein hevur stóran áhugað fyri húsi og heimi. Eg og maður mín byrjaðu í 2014 eina størri heildarumvæling av barndómsheiminum hjá honum í Fuglafirði. Tey húsini vórðu liðug bygd í 1970. At tað skuldi verða so umfatandi, var eg (tíbetur) ikki fyrireikað uppá, men eftir trý ár, høvdu vit so eitt deiligt heim, sum er karmurin um eina rokaliga familju uppá 5.

Eg gleði meg at sleppa at geva øðrum íblástur við myndum og frágreiðingum, og eisini at hugleiða um, hvussu eg havi upplivað gongdina, og hvat forhold eg havi til arkitektur interior, og design.

Hvør eri eg?

Eg eiti Mary-Ann Zachariassen. Eg eri 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður mín eitur Høgni, 38, og saman eiga vit tríggjar villar dreingir; Kári 9, Reinaldur 6, og Flóvin 3. Og at búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin eg havi tikið.

Eg havi havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Eg minnist, at eg sum heilt lítil, altíð ynskti at búgva í læknamiðstøðini í Gøtu. Eg helt tann bygningin verða so flottan, serliga uttan. Hóast eg havi valt tann minimalistiska stílin til mítt heim, dámar mær flest allar stílir. Einasta treytin er, at man er trúgvur ímóti tí stílinum ein velur og ikki skapa ”stílforvirring”. Kynstrið er tó at fáa elementir inn, sum tó geva húsunum eitt ”tvist”, soleiðis at alt ikki verður ov forútsigiligt. Tað kann t.d. verða vit tykkara familjusøga, onkur útferð, ella onkur uppliving, ein gáva ella hvat tað nú kann verða, sum er við til at gera títt heim til nakað heilt serligt!

Eg gerist lætt fasinerað av hugnaligum heimum og flottum bygningum , og flyti meg  mest sum í ein spirituellan heim á ein ella annan hátt. Teir tankar vil eg fegin deila við tykkum, men í byrjanini komi eg helst mest av vísa myndir frá mínum egna heimi. Minnist aftur á, hvussu gott tað gjørdi mær, tá vit fóru í gjøgnum umvælingina og allar tær 1000 avgerðirnar skuldu takast. Av og á fari eg tó at vitja onnur heim ið kanska ikki líkjast mínum egna heimi, soleiðis at tit lesarar, sum hava aðrar stílir enn tann minimalistiska, eisini fáa okkurt burturúr

Sostatt fari eg javnan út at vitja onnur heim og leggja myndir út av hugskotum, ið eg haldi, at tit lesarar kunnu fáa íblástur frá. Men fyrst áðrenn og aftaná myndir uttan. 

Vónandi tíma tit at fylgja við, og vónandi fáa tit okkurt burturúr!

Blíðar heilsur, Mary-Ann

Image

Mary-Ann Zachariassen

Hon er 34 ára gomul og ættað úr Gøtu. Maður hennara eitur Høgni, 38 ár, og saman eiga tey tríggjar villar dreingir. At búseta seg í Fuglafirði er ein tann besta avgerðin hon havur tikið.

Hon hevur havt áhugað fyri innrætting frá ungum árum av. Hóast hon havur valt tann minimalistiska stílin til hennara heim, dámar hon flest allar stílir.