Um tú ert ein av teimum, sum dámar at hátíðarhalda tykkara árliga brúdleypsdag, kanst tú finna heiti á ymisku brúdleypsdøgunumg á yvirlitinum niðanfyri. Brúdleypsdagar hava jú ein heilt serligan týdning fyri tykkum sum hjún. Tað er tann upplagdi dagurin, har tit kunnu minnast aftur á stóra dagin, tá tit søgdu ja til hvønn annan. Ja til at brúka restina av lívinum saman.
Her fáa tit eisini nøkur gávuhugskot til hvønn brúdleypsdag.
Yvirlit & gávuhugskot
1 ár – Pappírsbrúdleyp
Stuttleika tykkum eitt sindur, um tit geva gávur á tykkara 1 ára brúðardegi. Tað kundi verið ein bók, biografatgongumerki ella eitt fitt hondskrivað bræv. Okkurt, sum inniheldur ein beinleiðis ella óbeinleiðis týdning av pappíri.

2 ár – Bummullsbrúdleyp
Her kann mann fáa gjørt nakrar 100% reinar bumullsblusur við einum fittum teksti ella við einari brúðarmynd frá tykkara brúdleypi. Ella keyp nýggj, lekkur seingjaklæðir ella annað, ið inniheldur bummull.
3 ár – Leðurbrúdleyp
Um maðurin leingi hevur ynskt sær ein leðurlenistól, er stundin komin til at taka hann av bóli og keypa honum ein lekran leðurlenistól. Til kvinnuna ella mannin kundi tað verið ein lekkra leðurtasku. Ein leðurjakki kundi eisini verið eitt hugskot, annahvørt til hansara ella hennara.
4 ár – Blómubrúdleyp
Tað sigur seg sjálvt, hvat man kann geva hvørjum øðrum her – blómur. Tað kann tó møguliga vera, at maðurin ikki heldur, at blómur eru so fantastiskar, sum vit kvinnur halda, men tankin eigur kortini at gleða. Ella fá gjørdar nakrar cupcakes við prýði av blómum, ella finn ein góðan bakara, har tey kunnu gera sjokulátu forma sum blómur. Um man gjarna vil hava onkra sjampanju at feira við, ber til at finna onkra sum hevur blómur á etikettini.
5 ár – Træbrúdleyp
Hvat við at planta eitt træ í garðinum, um tit hava møguleikan? Træið vil við tíðini vaksa seg stórt og sterkt líka sum eitt gott hjúnaband. Tað finnast eisini ymisk spøl úr træi, so sum talv, damm og backgammon. Um tit dáma at spæla sovorin spøl, er hetta ein upløgd gáva.
6 ár – Sukurbrúdleyp
Her eru allar gávur, sum innihalda sukur, eitt gott hugskot. Køkur, sjokuláta ella annað bomm. Um nakar av tykkum hevur sukursjúku, so skal mann sjálvandi taka hædd fyri tí.
7 ár – Ullbrúdleyp
Ullgarn, ullteppir, langar ullintar undirbuksur, undirklæðir í ull, ullhúgvu ella handskar er ein góð og praktisk gáva, tá vit búgva í Føroyum.
8 ár – Bronsubrúdleyp
Keypið onkra lítla (ella stóra) standmynd av bronsu, sum hevur týdning fyri tykkum. Tað kundi møguliga verið samanflættað hjørtu ella eina mynd, sum hevur týdning fyri tykkum. Ella keyp ting í litinum bronsu sum t.d. eitt málarí.
9 ár – Pílabrúdleyp
Ein pílatrækurv full við øllum ymiskum lekkrum og tak so makan við á eina lítla útferð. Eitt pílahegn til urtagarðin ella okkurt annað pílaflætta.
10 ár – Tinbrúdleyp
Um maðurin dámar øl, kanst tú bíleggja honum eitt tinkrúss við einum fittari ella stuttligari gravering í. Til kvinnuna kann man fáa gravera nøkur orð, sum hava týdning fyri hana.

11 ár – Stálbrúdleyp
Smykkur, ur og prýðislutir úr stál. Tað kann eisini vera køkstól/amboð ella annað úr stáli.
12 ár – Silkibrúdleyp
Silkiundirklæðir, silkilak/seingjartoy, silkiturriklæði, silkislips/butterfly, silkináttklæðir, silkiskjúrtir ella silki morgunkápa
12 ½ ár – Koparbrúdleyp
Myndarammu í koparliti við einari mynd av tykkum í kundi verið ein uppløgd gáva. Koparbrúdleyp er ein av teimum brúdleypsdøgunum, har ein ikki nýtist at hava kopar í, sjálvt um hugskoti er fitt. Her er eitt vikuskiftisuppihald ella spa-uppihald ein góð gáva, ella kanska eitt forlongt vikuskifti í einum stórbýi, sum hevur týdning fyri tykkum. Ein góð gáva til at njóta saman.
13 ár – Knipplingsbrúdleyp
Eitt fyriklæði við knipplingum, ein borðdúkur við knipplingum ella fá gjørt eina lítla køku, har prýðið líkist knipplingum. Ein góður kondittari hevði elskað at skapa eina tílíka køku við tílíkum mynstrum á.
14 ár – Fílabeinsbrúdleyp
Fílabein er bannað at keypa, so tað er ikki eitt gott hugskot at keypa nakað við fílabeini til makan. Um ein keypir fílabein í dag, merkir tað, at mann er við til at stuðla veiðistuldri og fólki, ið drepa villar fílar og næsahorn fyri at fáa teirra fílabein. Ístaðin fyri kanst tú finna okkurt, ið ger tykkum bæði glað. Ein døgurði á einari lekkrari matstovu, sum tit leingi hava vilja roynt, ein gongutúr ella kanska ein túr at bowla.
15 ár – Krystallbrúdleyp
Vasar, gløs og føt úr krystalli. Ein kann eisini keypa antikk-krystall, sum tekur ein aftur í tíðina, um ein dámar tað. Smykkur við Swarovski-krystallum, manchetknappar ella eina 3D mynd gjørda av krystall eru upplagdar gávur.
16 ár – Mánabrúdleyp
Sjávt um ein fegin vil kunna geva hvørjum øðrum mánan, so er hetta ikki so lætt at gera. Men gávur við mánasteini, ein túr í mánalýsinum, ein romantisk yrking ella syng ein sang, har orðið máni er við í, fyri makanum.
17 ár – Ametystbrúdleyp
Smykkur við ametyst til kvinnuna. Ein maður kann eisini fáa eitt prýði við amethyst, tað kundi eventuelt vera ein slipsanál ella manchetknappar. Um hann ikki brúkar sovorið so hugsa ”uttanfyri kassan”. Man kann fáa sett ein lítlan ametyst í hansara giftiring, men tað kann gott vera, hann líka skal venja seg við tað, tí ametyst hevur ein reyðbláa lit.
18 ár – Margarittbrúdleyp
Her kann vera lættari fyri mannin at finna uppá okkurt, ið annakvørt er blómur ella smykkur. Georg Jensen hevur gjørt smykkuna Marguerit, sum mangar kvinnur eru sera glaðar fyri. Kvinnan má aftur leggja høvdið í blot og yviraska mannin við sínum uppfinnsemi.
19 ár – Granatbrúdleyp
Ein kurv við granateplum og øðrum lekkrum tingum ella granatsmykkur. Mann kann eisini finna uppá gávur, sum umboða tann reyðu litin frá granatini. Tað er kanska eitt sindur snýt, men mann skal eisini hava okkurt at arbeiða við.
20 ár – Postalínbrúdleyp
Krúss úr postalíni við tykkara nøvnum, tallerkar, kannur úr postalíni, prýðislutir, føt, ja alt úr postalíni kann brúkast her. Um konan samlar uppá Royal Copenhagen, er upplagt hjá manninum at keypa henni okkurt til stellið, sum hon manglar og ynskir sær.
21 ár – Turkisbrúdleyp
Turkis er eisini ein steinur, so aftur kunnu smykkur vera ein møguleiki. Mann kann eisini brúka hugflogið og broyta eitt sindur uppá stavingina og fara ein túr til Turkalands, keypa lutir sum hava turkis sum grundlit ella fara til eitt land við hvítum strondum og turkislitaðum sjógvi. So her eru nógvir ymiskir møguleikar.
22 ár – Alliansubrúdleyp
Her finnast alliansusmykkur til kvinnuna. Mann kan eventuelt endurnýggja síni brúðarlyftir sum eisini eru ein alliansa millum kvinnuna og mannin. Men hetta eru uttan iva ein av teimum brúðardøgunum, sum eru ringir at keypa gávur til, um tað skal hava týdningin av ”alliansu” uppií.
23 ár – Tulipanbrúdleyp
Her er aftur blómur ein uppløgd gáva – eitt stórt vakurt tyssi av tulipanum til makan ella eina romantiska ferð til Hollands – ”tulipana-landi”.
24 ár – Karatbrúdleyp
Diamantar eru bestu vinirnir hjá kvinnuni (diamonds are a girl’s best friend), sang Marilyn Monroe einaferð. Her kann maðurin finna flottar karatdiamantar til kvinnuna. Kvinnan kann finna gávu til mannin í t.d. gull ella silvur og velja ein tað karat, sum hon heldur hóskar væl til hansara.
25 ár – Silvurbrúdleyp
Silvurbrúdleyp er vanliga ein av teimum brúðardøgunum, ið vera hátíðarhildnir saman við vinum og familju. Tað er ein møguleiki at finna okkurt, sum inniheldur silvur, men mamn kann eisini finna uppá nógv onnur ting. Tá hevur mann jú verið saman eitt kvart árhundra, so tað kann vera, mann hevur onnur ting, mann fegin vil uppliva saman.
30 ár – Perlubrúdleyp
Tað kann gevast gávur við perlum ella perlumóðir. Setið tykkum á eina góða fiskamatstovu og bílegg ostru (skeljarnar, sum gera perlur).

35 ár – Korallbrúdleyp
Um tit eru í Danmark kunnu tit fara ein túr til ”Den blå planet” og hyggja at øllum teimum ymisku fiskunum, ella ferðist til eitt stað, har tað er korallhav.
40 ár – Rubinbrúdleyp
Aftur fleiri gimsteinar til kvinnuna, um mann ynskir tað. Brúka annars hugflogið, t.d. keyp eina gisting á einum hotelli ella kanska ein túr uttanlands, har tit kunnu njóta hvønn annan og deiligan mat á onkrum lekkrum hotelli.
45 ár – Safirbrúdleyp
Enn einaferð kann maðurin geva kvinnuni fleiri gimsteinar t.d. í smykkum. Ella hvat við at finna ein góðan vøddamýkjara ella fótarøktara, har tykkara likam kunnu blíva forkelaði.
50 ár – Gullbrúdleyp
Eitt hálvt árhundrað saman – TAÐ skal hátíðarhaldast. Um tað bert eru tit bæði ella familja og vinir, er heilt upp til tykkum. Ferðist ella hátíðarhaldið dagin við einari góðari veitslu við teimum, tit eru best við.
60 ár – Diamantbrúdleyp
Tað sigur seg sjálvt, hvat mann kann geva í diamantbrúdleypsgávu – í øllum førum til kvinnuna.
65 ár – Krúndiamantbrúdleyp
Krúndiamantar eru sikkurt ikki at fáa fatur í, men njót dagin við at fara á eina góða matstovu saman og verið takksom fyri, at tit í dag hava klárað at elskað hvønn annan í 65 ár – tað er stórt.
70 ár – Jarnbrúdleyp
Alt við jarni, um tað er ein lítil standmynd ella ein myndaramma. Alt, sum hevur jarn í sær, kann brúkast.
75 ár – Atombrúdleyp
Hesin brúðardagurin er trupul at finna eina gávu til við tilknýti til navnið, so her er bert hugflogið, sum kann halda tær aftur.
80 ár – Eikbrúdleyp
Alt útskorið úr eiktræi kann brúkast.
90 ár – Granittbrúdleyp
Alt í granitt kann vera ein stak góð brúðargáva.
Hava tit verið gift í yvir tey 70 árini ella enn longur, hava tit avgjørt nógv at læra frá tykkum! Tá er at hátíðarhalda tykkara kærleika, sum er blivin sterkari og sterkari, í viðgongd og mótgongd, ígjøgnum tykkara langa hjúnarbandi.
Man kann hátíðarhalda brúðardagar á nógvar ymiskar mátar.
Tað er sjálvandi eingin, ið sigur, at tit skulu taka navnið á tykkara brúdleypsdegi í álvara ella so bókstavligt. Brúdleypsdagar brúkast jú til at hátíðarhalda, at tit hava verið saman enn eitt ár, og tit hátíðarhalda tann kærleikan, ið er millum tykkum. Tað er heldur eingin, ið sigur, tit skulu keypa hvørjum øðrum gávur á tykkara brúðardegi. Tað er heilt upp til tykkum, hvussu tit velja at raðfesta tingini og hvussu tit ynskja at hátíðarhalda tykkara brúdleypsdag.
Tað týdningarmiklasta er at geva hvørjum øðrum nærleika og kærleika – tað eru tær dýrabarastu gávurnar.
