At dansa

At dansa, tað er at frøast
um lívið sum skaparin gav.
Í fyrndini dansin læt frøðast,
og lívsgleði menniskjum gav.

At dansa, tað er at minnast
til fedranna gamla sið,
hvar stevið og ondin væl tvinnast,
og gevur í sálini frið.

At dansa, tað er at liva
við kroppi og sál ísenn.
Tann frøin, hon ei hevur iva,
vit elska tað kvinnur sum menn.

At dansa, er lívið at elska
til vertskap við samhuga fólk.
Frá yngsta og upp til tað elsta,
tú finnur ei fróari bólk.