Vit búgva í lítlari íbúð, og sjeikurin og eg, deila kamar við son okkara. Tað ber væl til. Ein skal bert hugsa seg um, tá innrættað verður
Í hesum tíðum, har bústaðarneyðin leikar á tað harðasta, munnu tað verða fleiri, ið ikki hava stórvegis av plássi at búleikast í, og av tí sama verður plásstrot. Summi verða tí noydd at deila kamar. Tað kann til dømis verða systkin, ið noyðast at deila kamar, men tað kann eisini verða foreldur og børn.
Vit búgva í eini lítlari íbúð í kjallarinum hjá foreldrum mínum. Sjeikurin og eg deila kamar við son okkara.
Tað ber væl til, at deila kamar. Ein nýtist bert at hugsa seg um, tá innrættað verður.
Sjeikurin og eg høvdu ikki nakað stórvegis krav til kamarið, annað enn at hava pláss fyri eini song og klædnaskápi. Restina av kamarinum hevur sonurin at gera gott við. Vit hava sett okkara song heilt ímóti vegginum soleiðis, at sonurin hevur sum mest av plássi. Fyri at spara uppá plássið, valdu vit eina song, ið er 140 cm breið, heldur enn eina sum er 180 cm.
Vit valdu eina song til sonin, ið sá løtt út í sniði, var løtt hjá honum at koma í og úr, men sum eisini hevði tvær skuffur til goymslu av leiku undir songini. Vit valdu skáp til sonin, ið kundu heingjast upp, soleiðis at tað sær lættari og luftigari út. Í ovara skápinum eru klæðir, og í tí niðara eru leikur. Afturat hesum goymsluplássinum, eru eisini tvær kurvar, ið húsa nógvum leikum.
Vit vildu hava eitt róligt úttrykk í okkara síðu av kamarinum. Vit hava einki á vegginum, bert ein songjagavl úr spønplátu og tvær náttlampur. Knagin á hurðini er frá Flying Tiger. Upprunaliga var hann við nógvum farvum, men eg havi spraymálað hann svartan. Tað hendir nógv á vegginum yvirav, tí valdu vit, at tað skuldi sýnast róligt her.

Bláa stólin fekk eg frá mostur míni, tá eg var minni, og nú er hann málaður og stendur hann hjá soninum. Bilhúsið var eg so heppin at finna á endurnýtslu.

Náttborðið er keypt í endurnýtsluhandli og batman rankan er frá Byolafsdottir. Føðitalvan er frá einfalt.
