Hava vit ikki øll haft hendan trupuleikian ella tankan, ella er tað bert eg ?
Eg eri so glað mín vinkona skal giftast. Brúdleyp eru eisini full av gleði, kærleika og vón. MEN…so kemur tað….. “skal eg halda talu? Kenni eg hana nóg væl? Hvussu tætt skal eg vera fyri at halda talu? Um eg haldi talu hvat skal eg siga? Hvussu geri eg taluna stuttliga og ikki langa og rotna?”
Hetta tekur eitt sindur av tíð, men tað er heilt víst tað vert. Um tú velur at gera hetta so veitst tú eisini at tín tala verður stuttligt og “bustar” altíð stemningin í veisluni upp. 🙂 🙂
Fyst skalt tú taka finna útav hvussu nógv koma til veitsluna og so skalt tú taka tekstin niður á word fílinum. So skalt tú skriva nøvnini hjá brúðarparinum inn har eg havi skriva XXXXX & XXXXX og printa út, so øll fáa eitt eintak hvør. So skalt tú keypa stjørnukastarar, floytur, ballónir og gera føroyski fløgg.
Hygg eftir myndunum
5 ting tú skalt gera
- Føroysk fløgg
- Stjørnukastarar
- Floytur ella ballónir
- Printa sangin út
- USB við sanginum Hope of Land and Glory
Tú kanst taka tekstin og sangin niður her

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.