Besta lasanja sum er!

Her er uppskriftin uppá tað bestu lasanju eg nakrantíð havi smakkað. Hon er gjørd frá botninum og er løtt og bílig at gera. 

Tíð: umleið: 1 tíma. 

Tilfar: (sí mynd)

  • Umleið 500 gram hakkikjøt  
  • 3-4 gularøtur 
  • 2 leykir
  • 2 blikkdósur av tomatum
  • 2 dósur tomatkonsentrat
  • 1 pakkað mornaysause
  • Lasanjuplátur
  • 2 teskeiðir karry 
  • 2 teskeiðir origano
  • 2-3 fet av hvíttleyk 
  • Salt 
  • Ostur til at koyra omaná

Mannagongd: 

  • Sker leykirnar sundur og svitsa teir í grýtuni. Inntil teir eru bleytir og blankir (ikki brúnir!)
  • Koyr síðani 2 stroknar teskeiðir av karry í (lat tað “brenna av”)
  • Brúnka hakkikjøtið saman við leykinum (rør í, so kjøtið ikki klumpar)
  • Rív 3-4 gularøtur og koyr í
  • Koyr 2 toppaðar teskeiðir av origano í
  • Koyr blikkdósurnar av tomatunum í (hakka við knívi í grýtuni) og koyr tomatkonsentrati í
  • Pressa 2-3 fet av hvíttleyki í 
  • Smakka til við salt og evt. Supputerning (fx. Maggie ella Oksekraft)
  • Lat alt smákókað í 15-20 min. Tá liðugt er at kókað koyrir tú í eldfastfat
  • Eitt lag av kjøtblandingini á botnin á fatinum
  • Stoyt Mornaysósina omaná kjøtið
  • Eitt lag av lasagnu-plátum
  • Osturin skal koyrast á ovsat 
  • Koyr í ovnin á 180 gradum í 30 min.
Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.