Bingo – Smákøkur

Eg kenni ongan, sum ikki elskar hesar smákøkurnar. Hetta er eisini ein uppskrift eg mangan síggi fólk t.d. á Facebook leita eftir og spyrja um nakar ynskir at deila. So nú ber til at síggja hana her:

  • Umleið 30 stórar smákøkur

Tilfar: 

4 eggjahvítar 
100 gr. sukkur 
100 gr. putursukur 
100 gr. myrk sjokuláta
100 gr. Bingokúlur

Mannagongd:

Píska eggjahvítarnar stívar í 5 min. Tað er avgerandi fyri at marengsið skal bera fylluna, at tú pískar hvítan væl og eitt sindur afturat. Vend varisliga sukur og putursukur í hvítarnar. Um tú brúkar rørimaskinu, kann tú píska víðari, meðan tú knúsar sjokulátuna og Bingokúlurnar. Fyri besta úrslitið er neyðugt at frysta Bingokúlurnar dagin fyri og hakka tær í posanum við kjøthamaranum. Vend nú sjokulátuna og Bingokúlurnar í hvítan. Smákøkurnar verða settar á bakiplátu, klødd við bakipappíri, við teskeið við góðum plássi ímillum. Brúka gjarna 2 bakiplátur og baka við heitari luft í 2 tímar á 100 stigum. Køl smákøkurnar og legg tær varisliga í lufttætta dós. 

Góð Ráð:

Fryst Bingokúlurnar dagin fyri tú bakar. Fyri at fáa marengsið at eydnast, má tú píska, píska og píska, og tá ið tú heldur, at hvítin er nóg stívur, píska so í nakrar min. afturat. Tá deiggið er liðugt, set so á plátuna og baka alt fyri eitt, so hvítin ikki fellur niður aftur.

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.