- Hent ráð um blómur til brúðleypsdagin
Í brúdleypsfyrireikingini er mangt at hugsa um, millum annað blómurnar, ið skula seta dám á stóra dagin.
Allarhelst gongur leiðin framvið hjá einum blómudekoratøri til eitt prát. Tá er hent at hava gjørt sær nakrar tankar um, hvat tú skalt hava viðvíkjandi stemningi, tema og farvum.
Tí havi eg sett saman ein lista við øllum hugsandi blómuprýðum. Hvørt tú ynskir at hava nógvar blómur og dekoratiónir á hvørjum borði og hjørnum, ella tú ynskir at halda teg til tað heilt grundleggjandi.
Vónandi kann hesin listin verða eitt hent amboð, og gera tað lættari hjá bæði tær og tínum blómudekoratøri at finna júst tær røttu blómurnar til stóra dagin.



Blómur til brúðarfólkið
- Brúðarblómutyssi
Tað týdningarmesta blómuprýðið á brúðardegnum er brúðarblómutyssið, finn eitt tema, ger tær nakrar tankar um litirnar og skapið á blómtyssinum.
Skal tað vera rátt, vilt og natúrligt ella skal tað vera einfalt, elegant og romantiskt. Brúðarblómutyssið setir dagskránna fyri restina av prýðinum á degnum, tí er sera týdningarmikið, at tú finnur ein stíl, ið tær dámar.
Leita eftir myndum á netinum at hava við, nógvar myndir eru á Instagram og Pinterest. Ger tær eina uppslagstalvu, og deil hana við tín blómudekoratør.



Blómuhárprýði
Kransur eisini kalla flowercrown ella eitt blómuprýði gjørt á ein lítlan hárkamb


Knappablómur
Tey ið vanliga bera knappablómur eru brúðgommurin, pápar, beiggjar og “bestmans”. Eisini brúðardreingir um man hevur tað.
Blómur til mammunar!
Hetta er nakað, ið vit í Føroyum ikki hava til siðvenju, men tað er ein sera vøkur siðvenja, og vildi eg sjálv ynskt, at havt givið mær far um hetta á brúðardegnum. Tað er sum oftast einans mammurnar, ið ikki bera nakra blómu á stóra degnum.
Hví tað?
Altso sjálvandi skula tær ikki vera fyri uttan.
Blómur til mammurnar kunna gerast á ymiskan hátt. Tær kunna berast sum eitt armband ella ein brosja – hetta nevnist ein corsage.


Brúðargentublómutyssi
Onnur alternativ til brúðargentur eru pyntablómukurv, hárkransur, eitt hárspenni prýtt við blómum, ella eitt lítið fitt armband. Hetta er serliga hent um brúðargentan er ov lítil at bera eitt blómutyssi.

Prýði til kirkjuna:

Altarprýði
Vanliga eru tvey altarprýði í kirkjuni
Bonkprýði
Tú kanst velja at hava bonkprýði á hvørjum bonki, øðrum hvørjum ella einans teimum fremstu bonkunum.
Prýði á altaringinum
Hetta kann gerast sum ein guirlanda eftir øllum altaringinum ella sum dekoratiónir, ið verða festar á altaringin.
Gólvdekoratiónir
Um kirkjan er stór kann ein ella fleiri stórar gólvdekoratiónir, ið eru settar á rætta stað, lyfta alt temaði upp á hægri støði.
T.d eru summir blómuhandlar, ið leiga út stórar ljósastakar, ið kunna prýðast.
Eisini fáast høg stativir o.l, ið taka seg væl út í einari stórari kirkju.
Prýði í gongini
Eitt ella fleiri blómutyssi ella dekoratiónir kunna við fyrimuni setast í gongina, hetta setir beinanvegin stemningin, tá gestirnir koma inn.
Prýði í samkomuhúsinum
Pallprýði
Prýði framvið pallinum – hetta kann vera langar dekoratiónir settar lið um lið, fleiri einkult blómutyssi í vasa, ein kombinatión av tyll og blómum ella okkurt heilt triðja.
Høgt pallprýði
Eitt heiðursportur
Eitt hjarta
Ein ella fleiri gólvdekoratiónir. Summir blómuhandlar leiga út stórar ljósastakar, ið kunna prýðast við blómum, eisini fáast høg stativir, ið taka seg væl út á pallinum
Tak myndir av pallinum og hølunum við, og spyr tín blómudekoratør, hvat hóskar seg av pryði til pallin í tykkara samkomu.


Bonkprýði
Gloym ikki stólarekkjurnar í samkomuni, Tað ber til á sama hátt, at velja at hava bonkprýði á øllum rekkjum, aðruhvørju ella einans teimum fremstu.
Um tað er gott pláss eftir miðgongini, er vert at umhugsa aðrar møguleikar til at prýða miðgongina.
- Reyður løbari við rósubløðum
- Høg blómutyssir standandi á gólvinum, framvið seturrekjunum á sama hátt sum bonkprýðini.
Prýði í gongini
Eitt ella fleiri blómutyssi ella dekoratiónir kunna við fyrimuni setast í gongina, hetta setur beinanvegin stemningin, tá gestirnir koma inn.
Veitslan

Prýði í gongini
Eitt ella fleiri blómutyssi ella dekoratiónir kunna við fyrimuni setast í gongina, hetta setur beinanvegin stemningin, tá gestirnir koma inn.
Tað kann verða ein borðplan á einum staffeli,
blómur á borðið við vælkomstdrinks,
Ein Blómuvegg ella heiðursportur, sum bakgrund til myndatøku av gestum.
Og fyri at fara all in, kanst tú eisini seta eitt fitt lítið blómutyssi inn á vesi.
Les meira her um brúðarblómutyssi: iblastur-til-brudarblomutyssir/