Boðar tú til allar tjóðir

Boðar tú til allar tjóðir:
“Æra skalt tú faðir tín,
æra skalt tú tína móður,
so tær fylgir signing mín.
Landið gevi eg tær tá,
leingi tú har liva má,
fólkið títt tá skal eg kenna,
meðan øld um øldir renna.”

Føroya mál á manna tungu
merkir: her býr Føroya fólk.
Slektir fornu og tær ungu
eyðkendu seg sum ein bólk,
ið helt fast við fedra mál,
virdu tað av hug og sál,
gloymdu ikki ættarbandið;
byggja tí enn hetta landið.

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja