Brendar mandlur

Eitt sunnari alternativ enn Haribo bommpakkan

Tilfar:
125 gram mandlur
1 teskeið hunangur
1 súpiskeið vatn
Havsalt

Mannagongd:

Rista mandlurnar lætt á einari turrari, sera heitari pannu i nakrar minuttur og vend tær javnan, til tær anga. Í einari lítlari skál rørist hunangurin saman við vatninum. Tak pannuna av hitanum og stoyt hunangsvatni út yvir mandlurnar.

Rør síðani gott runt, so allar mandlurnar blíva flottar og blankar. Set pannuna aftur á hitan og rør runt til alt vatnið er dampa og mandlurnar glaraðar – hetta tekur nakrar minuttur.
Stoyt mandlurnar út á eitt bakipappír og skil tær at. Sálda salt á mandlurnar og lat tær køla av.

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.