Hjálpartól
Áðrenn tann stóra dagin eru mangar avgerðir, ið skulu takast! Tí hava vit gjørt hesa “hjálpitólar-síðu”, ið kann vera við til at hjálpa tykkum at fáa tykkara dreymabrúdleyp. Hættirnir at fyrireika eitt brúdleyp eru sera ymiskir, somuleiðis sum vit menniskju øll eisini eru sera ymisk.
Summi ynskja sær eitt stórt “Hollywood” brúdleyp, har onnur ikki seta líka høg krøv til tann stóra dagin. Hóast krøvini og ynskini til tykkara stóra dag eru ymisk, so er altíð gott at vera væl fyrireikaði. Vónandi kann hendan síðan hjálpa tykkum við júst tí.
MINNIS-LISTI
Avgerðin er endiliga tikin og tit eru spent til stóra dagin fyri framman. Men so er spurningurin: Hvar skal ein byrja? Hvussu fyrireikar ein eitt brúdleyp?
HVUSSU NÓGV KOSTAR OKKARA BRÚDLEYP?
Áðrenn tit byrja at bjóða inn til brúdleyp, er tað altíð eitt gott hugskot at gera eitt yvirlit yvir allar útreiðslurnar, so tit kunnu síggja, hvussu nógv tykkara brúdleyp kostar, hvar tit møguliga verða noydd ella hava hug at spara, og hvat tit hava hug at raðfesta høgt.
YNSKILISTIN
Tann størsta gávan frá gestunum í veitsluni er sjálvandi hjáveran, men skal ein vera heilt erligur, er tað sjálvandi eisini rættiliga stuttligt at fáa eina góða brúðargávu.
Um tú ynskir at geva pening í brúðargávu er tað vanligt at siga at “man plagar” at geva 250 kr hvør, so um tú ert eitt par er brúðargávan vanliga á 500 kr.
Blómur á brúðardegnum
- Hent ráð um blómur til brúðleypsdagin
Í brúdleypsfyrireikingini er mangt at hugsa um, millum annað blómurnar, ið skula seta dám á stóra dagin.
Allarhelst gongur leiðin framvið hjá einum blómudekoratøri til eitt prát. Tá er hent at hava gjørt sær nakrar tankar um, hvat tú skalt hava viðvíkjandi stemningi, tema og farvum.
SANGIR TIL TYKKARA BRÚDLEYP
Vit hava her samlað nakrar av teimum mest umtøktu felagssongunum, sum tit kunnu brúka til tykkara brúdleyp. Teir eru bæði á føroyskum, donskum og enskum.
KAKUR TIL BRÚDLEYPI
Mangan er torført at vita akkurát hvussu nógv fólk eru um hvørja kaku, so her hava vit lagt umleið útroknan við til hvussu nógv eru met um at eta hvørja kaku.
Tað eru eisini mangan fólk, sum spyrja okkum er tað vanligt at man hevur eina stóra brúðarkaku, aðrar smærri lagkakur og so eisini smákakur til reseptionina aftaná vígsluna og veitsluna um kvøldi ? og her kunnu vit vit bara svara, Ja tað er tað mest vanliga.
Skalt tú t.d. bíleggja eina lagkøku hendan er til umleið 70 fólk
Skalt tú t.d. bíleggja eina Appelsin ostakøku frá Kaffehúsinum, so er hon at finna her: fyri 495 kr.
Ynskir tú at bíleggja eina ostakøku frá Gómagott eru tær at finna her.
RÚSDREKKA TIL VEITSLUNA
Tá veitslan skal leggjast tilrættis, er eisini ein vanligur spurningur um hvussu nógv rúsdrekka man skal keypa?
Niðanfyri eru nakrir upplýsningar, ið kunnu hjálpa v.v. hesum.
Vælkomstdrykkur t.d. brúsandi vín
umleið 7 gløs í hvørjari fløsku á 70 cl.
Snapsur
umleið 25 snapsir í hvørjari fløsku á 70 cl
Vanligt borðhald – 3 rættir
Reyðvín umleið 2 fólk til eina fløsku á 75 cl., um hvítvín eisini verður skonkt
Hvítvín umleið 3 fólk til eina fløsku á 75 cl., um reyðvín eisini verður skonkt
Øl umleið 3 fløskur til hvørt fólk, har vín eisini verður skonkt
Øl umleið 5 fløskur til hvørt fólk, har vín ikki verður skonkt
Vanligt er, at mest fer av pilsnar, síðai classic og so gull.
Kalt borð
Vín umleið ½ fløsku til hvørt fólk, um øl eisini verður skonkt
Øl umleið 3 fløskur til hvørt fólk, har vín eisini verður skonkt
Øl umleið 5 fløskur til hvørt fólk, har vín ikki verður skonkt
Cognac/likør
umleið 17 fólk til eina fløsku á 70 cl.
Vanligt er, at mest fer av likøri og síðan cognac
Brennivín/Barr
umleið 7 fólk til eina fløsku á 70 cl.
Vanligt er, at mest fer av vodka, síðani ginn og so romm.
Barnadópur/ferming
umleið 3 fólk til eina fløsku á 75 cl
Reseptión
7 fólk til hvørja vínfløsku á 75 cl. ella max. 1 glas pr. persón
Gløs pr. fløsku/pakka
1 fløska av reyðvíni = umleið 5-6 gløs
1 fløska av hvítvíni = umleið 6-7 gløs
1 pakka av hvítum pakkavíni – svarar til 4 fløskur á 75 cl. = umleið 24-28 gløs
1 pakka av reyðum pakkavíni – svarar til 4 føskur á 75 cl. = umleið 20-24 gløs
Vegleiðing til samanseting av mati og víni
Tak PDF-fílin niður her (kunningin er tikin frá rusan.fo)
INNBJÓÐINGAR, BORÐKORT & TAKKARKORT
Tað er ein heimasíða www.tonito.fo, har tilberð at gera Innbjóðingar, Borðkort, Takkarkort, Heftir til brúðarveitslur, Vígsluheftir, Menukort, Plakatir til veitslur, Klisturmerkir til veitslur.
GÓÐAR APP’IR TIL BRÚDLEYP
Á Pinterest hevur tú møguleika at gera tær ymiskar “uppslags-talvur”, har tú kanst goyma inspiratiónsmyndir til t.d. brúðarkjóla, brúdleypstema/stíl, brúðarmakeup, brúðarmyndir tit ynskja at taka og nógv, nógv annað. Fæst sum app til telefon/teldil og eisini sum heimasíða á tínari teldu.
Hendan app’in er góð, tí hon er ikki bert ein niðurteljingar-app, men eisini ein app, har til ber at seta ymisk dato inn fyri nær ymiskt skal gerast. App’in inniheldur bæði eitt yvirlit og ein kalendara við lítlum hjørtum á teimum týdningarmiklu døgunum. Hóskar sera væl at brúka saman við okkara “minnis-lista”, sum vit hava sett upp og kann síggjast her.
Við hesari app, kanst tú telja niður til tykkara brúdleypsdag. Tú velur eitt heiti og mynd, sum hóskar til, og so er bert eftir at gleða seg og telja niður. Fæst sum app til telefon/teldil.
Góð ráð til polterabend
Vinkonan skal giftast, her eru nøkur góð ráð til, hvussu tit skapa ein ógloymandi dag
BRÚÐARPORTALURIN EISINI Á FACEBOOK
Brúðarportalurin er eisini virkin á Facebook. Tað merkir at tit eisini kunnu finna ymiskt innan Føroyska brúðarheimin har. Somuleiðis koma vit eisini at luta burt vinningar, so tað er ikki at halda seg aftur!
BRÚÐARPORTALURIN EISINI Á INSTAGRAM
Brúðarportalurin er eisini at finn á Instagram. Vælkomin at hashtagga #brudleypfo tá tit deila myndir av tykkara brúðardegi. So ber til at finna íbástur og annað gjøgnum okkara #hashtag