Navn:
Maiken Sigmundsdóttir
Stutt lýsing um Maiken:
Eg eiti Maiken Sigmundsdóttir og eri 31 ára gomul. Eg eri fødd og uppvaksin í Kollafirði, so eg eri Kollfirðingur until the day i die!!
Sum 23 ára gomul møtti eg mínum komandi manni, sum eitur Jan á Líðarenda. Hann var 22 ára gamal tá. “Kuvøsuguf”, eg veit, men vit høvdu tað so sjúkliga stuttligt, og hann var barasta so fittur og sjeikaligur, so “screw that” Og søgan um, hvussu vit møttust, er eisini virkuliga stuttlig, men hana goyma vit til onkran annan dag.
Jan er føddur og uppvaksin í Norðragøtu, og í dag búgva vit í Norðragøtu og eiga 3 dreingir. Teir eru 11 ár, 4 ár og 9 mðr., so tað er rættuliga rokaligt hjá okkum, sum oftast.
Nógv er hent tey 8 árini, vit hava verið saman, men tað hevur bara styrkt okkum sum par.
Í septembur 2013 fór Jan á knæ og spurdi, um eg vildi giftast við sær, og sjááálvandi segði eg ja. Vit avtalaðu tá, at vit absolut ikki skuldu verða ein av teimum pørunum, sum eru ringforlovaði í fleiri ár, so vit søgdu, at innanfyri tey næstu 2 árini skuldu vit vera gift, og nú skriva vit 2017. Men nógv hendi aftaná hann hevði verið á knæ, sum faktist gjørdi, at vit ikki ordiliga vóru í “celebration mood”, so tí bleiv tað longri enn ætlað, men hjá teimum allar flestu gongur tað ikki altíð sum ætlað, so hví skulu vit vera nakað undantak.
Nú hava vit alt, og mangla bara at blíva gift, so í ár verður tað!

“Nú hava vit alt, og mangla bara at blíva gift, so í ár verður tað!”
Maiken
So er tað brúdleyp á skránni!
Finna brúdleypsdato
Ok, hvar byrja vit so?!
At finna eitt dato, man vera tað allarfyrsta, hugsaði eg, tí ein kann jú ikki bíleggja nakað, uttan at ein veit, nær ein skal brúka tað.
Fínt, vit finna okkurt dato í summarmánaðunum, tí eg visti, at eg vil hava eitt summarbrúdleyp, og eg vil hava grønt gras á mínum brúðarmyndum.

Nógv “Eg vil og eg vil”, men eg eri eisini tann, sum skal gera tað mesta, “so screw that”! Tað verður “eg vil” “all the way”!!
Nå, men av tí, at eg havi føðingardag 1. juli, so hugdi eg til stuttleikar hvønn dag 1. juli 2017 fall á, og píkarillirnar tað var ein leygardagur!! Super!! Eg spurdi sjeikin um hetta dato, tí okkurt skal hann hava at siga viðv. brúdleypinum, ikki so? Jú, hann helt, at 1. juli var eitt super dato, tí so sleppur hann frá at minnast fleiri dato. Men hann hugsaði jú ikki um, at eg sleppi at blíva DUBULT so ill, um hann gloymir tað!
Ásett dato – tjekk!
Avtala við prest
Tað næsta var nokk at finna eitt høli at hava veitsluna í, ella kanska eg burdi spurt prestin fyrst, um tað liggur fyri hjá honum tá, tí tað hevði verið mega kiksað, um ein hevði fingið alt uppá pláss, og so lá tað ikki fyri hjá presti at víga okkum tá. Tað er akksum ein nokk so týdningarmikil partur av tí heila. Øll vita jú, at kjólin er tað allar týdningarmiklasta!
Eg spurdi prestin, og hann var tíbetur tøkur tann dagin.
Prestur og kirkja – tjekk!

“Eg fari nokk at fella nøkur tár undir vígsluni, og mín elskaði grætur nokk nakrar litrar av tárum. He’s the sensitive one“
Maiken
Hvat slag av brúdleyp
So komu vit til hølið. Men hølið er jú alt eftir, hvussu nógv fólk ein ætlar sær at bjóða, ella hvussu ein nú einaferð skal gera. Tann brennandi spurningurin var so, hvussu vit ætla at gera?
Skal tað verða vælkomst, innbjóðing ella eitt “skrubb av” brúdleyp?!
So var at blíva samd við sjeikin um, hvussu hetta skal gerast. Tað hevur næstan verið tann størsta avbjóðingin higartil, tí hann vildi stórt og eg vildi lítið, so var tað jú upplagt at møtast á miðjuni, tí tað eigur ein at gera, serliga tá ein skjótt skal verða kona og maður, og ein ynskir at hava eitt gott og langt hjúnaband, ikki so?!
Neyvan!!
Eg fekk rætt og hann fekk frið, tí soleiðis verður gjørt í veruliga lívinum!
Bíleggja høli og mat
Hølið bleiv so bílagt. Vit valdu Bygdarhúsið í Leirvík, og tey hava eina so deiliga pakkaloysn við í leiguni av hølinum. Tað einasta, vit skulu gera, er at pynta og velja matskrá. Tey orna matin, uppdekkan, servering, morgunmat og avrudding. Fantastiskt!!!
Bíleggja fotograf
Ísus ja, fotograf mugu vit eisini hava! Prestur var so smartur og fortaldi mær, at tá fleiri gestir koma av bygd, tá er smart at hava vígsluna kl. 17, so ein sleppur beint til veitsluna aftaná, tí hvar skulu avbygdafólkini fara, um ein lang pausa er ímillum har. Gott hugsað!! Yes, tað gera vit!
Eg fari nokk at fella nøkur tár undir vígsluni, og mín elskaði grætur nokk nakrar litrar av tárum. He’s the sensitive one. :* So orna vit myndatøkuna áðrenn vígsluna, tí tá situr makeup o.a. sikkurt eisini best.
Eg fann ein fotograf, sum mær dámar væl (Jóhanna Thomsen), og spurdi hana, um hon var tøk tann 1. juli 2017, og tað var hon, tíbetur. So var fotografurin eisini funnin.
“….åååhhh harragud, í mínum næsta lívi vil eg vera ein maður!”
Maiken
Gott ráð: Fyrireika í góðari tíð
Faktiskt ornaði eg alt hetta einaferð í mai 2016, tí um ein hevur brúdleyp í háárstíð, so ræður um at vera í góðari tíð. Eg royndi at spyrja meg fyri, og ymiskt var longu tá bílagt til 1. juli árið eftir.
Næsta stig í fyrireikingini
Fínt…hetta var nokk fyrsta stigið, ha? Nokk tað mest týdningarmiklasta, helsje? Tað haldi eg. Er jú fyrstu ferð eg skal fyrireika eitt brúdleyp, og vónandi eisini seinastu ferð, og eg veit ikki ta “røttu” mannagongdina. Men tað eru tíbetur fleiri, ið hava roynt hetta fyrr, og nøkur sikkurt fleiri ferðir eisini, so eg havi spurt meg fyri ymsastaðni, og fingið nógvar meiningar og hugskot, og tað eri eg takksom fyri. Men tað verður “my way” kortini.
Næsta stig er nokk at finna útav, hvørjum ein skal bjóða, hvat pynt ella tema ein skal hava, og so kjóli, hár, skógvar, negl, makeup, bukett, undirklæði, stramma upp og koma í form, og so eisini klæðir til børnini….åååhhh harragud, í mínum næsta lívi vil eg vera ein maður!

Her kanst tú taka “Minnist-listan” hjá Brudleyp.fo niður sum PDF
Annað:
Maiken hevur í nakrar mánaðir bloggað fyri Brudleyp.fo um teirra brúdleypsfyrireiking. Her ber til at lesa hinar bloggarnar hjá henni:
Brúdleypsfyrireiking 2. partur.