Byggiloyvið & orkuútrokningar

At byggja nýggj sethús kann vera ein sera spennandi og krevjandi tíð í lívinum, tí so nógvar avgerðir skulu takast og so nógv skal skipast fyri. Eitt tað fyrsta stigið í byggitilgongdini er at fáa byggiloyvið. Í 2017 kom ein byggikunngerð í gildið í Føroyum, og tá bleiv tað gjørt kvar um at gera orkuútrokningar í samband við umsókn til byggiloyvið.

Tú hugsar kanska so “hvat er ein orkuútrokning?”

Vit í Kaffiløtuni hava tosað við Ragnar, eigara av fyritøkuni RAM, sum hevur nógvar royndir innan orkuútrokningar. Vit spurdu hann, um hann kundi greiða okkum frá hvat orkuútrokningar í veruleikanum eru. Ragnar greiddi okkum frá, at orkuútrokningar í stuttum er ein útrokning, har mann mátar hvussu væl húsini eru bjálvað. Fyri at lýsa tað eitt sindur meira teknist so sigur ein okruútrokning okkum frá hvussu nógvur hiti ferðast ígjøgnum 1m2 av konstruktión, tá tað er eitt hitastig av muni millum úti og inniveggin. Tað vil siga, at jú betri eini hús eru bjálvað, tess minni hiti ferðast ígjøgnum konstruktiónina.

Eg sjálv havi brúkt RAM til at gera eina okruútrokning til eini sethús. Eg kann ikki siga annað enn, at eg var sera væl nøgd við tænastuna og prísin. Tað sum eg havi hoyrt aftur og aftur frá teimum, sum skulu undir at byggja er, at mann bíðar og bíðar bæði eftir arkitektinum, timburmanninum, eletrikaranum and you name it.

Hjá RAM hevur tað týdning at kundin ikki skal vera forbaður av at bíða. Av hesi orsøk gera Ragnar alt fyri, at avgreiðslutíðin er skjót. Vit sendu okkara tekningar til RAM og innan eina viku fingið til útrokningarnar frá honum.  Eg kann viðmæla RAM fyritøkan til øll. Tú fært góða vegleiðing og kostnaðurin fyri  eina sethúsaokruútrokning eru 2800 kr v/mgv, sum er væl minni enn hvat nógvar aðrar fyritøkur taka. 


Sp/f RAM – Ein ráðgevandi fyritøka innan verkfrøði, sum bjóðar prosjektering, leiðslustýring og eftirlit, serliga innan HVS installatiónir.


www.ram.fo
210876 · RAGNAR@RAM.FO