Dadlukúlur

Trongdin til okkurt søtt er heilt sikkurt nakað nógv kenna til, eg plagi tískil altíð at eiga okkurt lekkurt og sunt inni.
Eg brúki eina uppskrift uppá dadlukúlur, sum var løtt at gera og smakkaði væl.

Dadlukúlur:

150 gram av mandlum ella hasselnøtum
200 gram av dadlum
2 ssk av kakao
Saft frá einari hálvari appilsin
Kokos, kakao ella lakresspulvur til pynt

Blenda alt saman og rulla massuna til smáar kúlur og vend tær í kokos mjøl.
Kúlurnar kunna saktans halda sær í kølisápinum í eina viku, um tú klárar at halda tær so leingi 🙂

Vælgangist

Image

Anna Elinborgardóttir Sewohl.

Hon er 34 ár og býr saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster. Hon arbeiður sum tannrøktari í barnatannrøktini. Hon elskar at blogga um innrættning og matgerð.