Brúðarparið
Adelheid Reginsdóttir Poulsen & Niklas Poulsen
Adelheid er 28 ár, uppvaksin í Klaksvík og er MedIs lesandi. Niklas er 30 ár, uppvaksin á Toftum og er timburmaður.
Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?
Vit vóru ein spaseritúr runt toftavatn, tá id vit koma uppá borgina, fór Niklas niður á knæð og spurdi um eg vildi giftast vid honum.
Eg bleiv kløkk, glað og rørd, alt í senn.
Vígslan
Vígslan var í Fríðrikskirkuni Leygardag tann 28. desembur 2018.
Veitslan var við tilmelding, har 240 gestir vóru til veitsluna, sum bleiv hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Fíggjarætlan
Vit høvdu spart pengar saman.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?
Vit vóru samd um at dagurin var serligur fyri okkum bæði, og vit vildu fegin halda hann saman vid øllum okkara familju, vinum og kenningum.
Frágreiðing um tykkarar brúðardag:
Niklas svav á Toftum saman við soninum, har teir gjørdu seg klárar saman.
Adelheid svav í Klaksvík saman við dóttrini.
Hárið og sminka var gørt frá morgunstundini av. So í kjóla og fáa alt uppá pláss, áðrenn øll familjan skuldi koyra til Toftir, har vígslan byrjaði kl. 12.
Tað var ein hugnalig løta í kirkjuni, har Petur Hans Hansen sang fyri okkum. Síðani fóru vit ein stuttan biltúr, men komu skjótt aftur til kirkjuna at taka familjumyndir. Tá ið tað var liðugt var tað myndatøka á skránni.
Vit tóku myndir í kirkjuni, á Nes haga, Æðuvík og við Løkin.
Beint eftir síðstu myndina, koyrdu vit til Leirkvíkar, til veitsluna, ið byrjaði kl. 18.00.
Tað var ein sera góð veitsla, góður matur, nógvar og stuttligar talur har John Andersen var orðstýrið. Hann dugdi ótrúliga væl.
Vit høvdu eitt blandað bomm borð, ið var væl umtókt, eisini eina myndaboks. Borðhaldið endaði umleið á midnátt, og síðani var tad brúðarvalsur, eisini dansur har Flemming spældi.
Eftir valsin skórðu vit brúðarkakuna og høvdu eitt stórt kakuborð. Vit høvdu eisini opnað barr. Um trý tíðina kom suppa á borðið.
Vit koyrdu avstað frá Leirvík klokkan fimm. Ein so góður dagur
Brúðarkjólin
Adelheid keyptið brúðarkjólan í Lilly í Aalborg, eisini oyralokkarnar.
Klæðini hjá brúðgóminum
Niklas keyptið svartan klædning við øllum og skógvarnar í Bertoni, ið er á gongugøtuni í Aalborg.
Tað besta við degnum
Allur dagurin var góður, vit eru so glað fyri alt.
Brúðarferðin
Brúðarferðina hava vit til góðar enn.
Eitt gott ráð til komandi brúðarpørð
Ger alt, sum kann gerast áðrenn dagin í góðari tíð og njót dagin.
Hvør tók myndirnar
Eybii myndir.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?
Vit eru so glað fyri dagin, at vit kunna ikki hugsað hann øðrvísi.
Hár, makeup, negl osfr:
Ella Lionsdóttir Samson í Euphoria saman við Rósu Petersen gjørdu hárið og makeup.
Vár Rógvadóttir hja Ró vakurleiki gjørdi neglirnar.
Avera gørdi eygnavippurnar.
Flora gjørdi brúðarbukettina.
Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Tey dugnaligu køksfólkini í Bygdarhúsinum í Leirvík.
Hvør gjørdi brúðarkøkuna:
Miðberg bakarí.