Eg eygu míni hevji upp til fjallanna,
hvaðani kemur mín hjálp?
Hjálp mín kemur frá Harranum,
skapara himins og jarðar.
Hann vil ikki lata fót tín snáva,
vaktari tín vil ikki sova,
nei, ikki blundar og ikki svevur
varðmaður Ísraels.
Harrin er vaktari tín,
Harrin tín verndarskuggi
við tína høgru hond.
Um dagin skal sólin ei stinga teg
ella um náttina mánin.
Frá øllum illum skal Harrin teg varða,
hann tína sál skal varða.
Tín útgang og inngang skal Harrin varða
nú og um allar ævir amen.
Nú og um allar ævir.
Halleluja, halleluja, halleluja takk og lov.
Halleluja, halleluja, halleluja, amen.