Eg minnist úr gomlum søgum

Eg minnist úr gomlum søgum,
sum móður mín segði frá,
um Føroyar í gomlum døgum,
hvussu føroyingar vóru tá:
roysni og brøgd at gera
teimum á hjarta lá,
høgt mundu teir høvdið bera,
tí fríbøndur vóru teir tá.

Trúfastur altíð var maður,
vildi ei bróta sítt orð,
í vertskapi fróur og glaður
við egið sum við annans borð.
Ei vin í neyð teir gloymdu,
æran var teirra mið,
og hana so væl teir goymdu
alt eftir norðmanna sið.

Tá stongd var ei bóndans stova,
um ókunnugt fólk kom á leið,
men rómastampur úr kova
og válgarin spardist ei.
Tann, íð av lítlum varð argur,
varð hildin fyri spott,
tann, sum var ræddur og kargur,
fekk mangan ótelgdan tátt.

Ein maður við rættum sinni
kann látast av rók og rong,
men leingi skal liva hans minni
í søgu so væl sum í song’.
Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl,
í dreingja sinni og moyggja
hon mikið útrætta skal.