Eg siti so eina

Eg siti so eina við bálið í kvøld,
og hugsi um teg mín elskaða.
Nú sólin fer niður, og náttin gerst køld,
og stjørnurnar glitra himni á.

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prærians fløtur, fjøll og líð.
Eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.

Og nú vit aftur sita saman her,
við longsli eg taki teg í favn,
aftaná hesa longu vandamiklu ferð,
eg teski títt elskaða navn.

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prærians fløtur, fjøll og líð.
Eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.