Opinleiki um eginbúskap

Siti og eygleiði skjótt 1 ára gomlu dóttrina, sum hon situr og spælir við leikurnar í kassanum.
Kassanum, sum hevur áskriftina: “Don’t grow up, it’s a trap”. Tá slær tað meg, at knappliga er man
vorðin vaksin. Hevur fingið føtur undir egið borð, gift kona, húsaeigari, billán, nýtslulán og you
name it. Fýra (smá) børn og fulltíðarstarv.

Tá liggur ein ávís ábyrgd á herðunum á einari, og lívið og gerandisdagurin krevur neyva planlegging, fyri at skula eydnast væl. Sum oftast koyrir alt, so sum tað skal. Lønin kemur støðugt
hvønn mánaða og útreiðslurnar fara sjálvvirkandi av kontuni.
Onkuntíð fær man tó eitt slag fyri bógvin, og lívsførslan má endurskoðast. Sum til dømis tá eitt nýtt
barn verður føtt og ein fer í barsilsfarloyvi. Í okkara føri førdi tað við sær, at mín inntøka lækkaði
munandi, tí at barsilsútgjaldið varð 6000kr lægri um mánaðin enn mín vanliga løn! Knappliga hekk
roknistykkið í eginbúskapinum (privatøkonomiini) ikki saman longur.


Og nú siti eg so her í barsilsbobluni, desperat eftir amboðum og kunning um, hvussu eg kann stýra
og skipa okkara fíggjarviðurskifti á skilabesta hátt og hvussu vit kunnu fáa endarnar at røkka, nú
inntøkan ikki hóskar til útreiðslurnar.

Tosað varð við fólkini í nærumhvørvinum, í bindiklubbanum og aðrastaðni afturvið einum
kaffidussi. Royndi varisliga at spora meg inn á evnið og nevndi okkara støðu og setti spurnartekin
við, hvat mundi vera skilagott at gera í okkara føri. Aftursvarini vóru soltin. Ofta fekst onki
aftursvar, men heldur eitt snerkjandi andlitsbrá og tosað varð skjótt um okkurt annað meira
hugaligt.

Eyðsæð er, at eginbúskapur er eitt viðbrekið og sárbært evnið í Føroyum. Fólk vilja helst ikki tosa
um teirra persónligu fíggjarviðurskifti og bera seg undan at deila teirra do’s and don’ts, um hvat er
gott og ikki gott at gera fíggjarliga.
Tað er sum um, at peningahugsanin (pengemindset) hjá føroyingum byggir á útsagnir so sum:
“Tað er privat” ella “tað er ikki nakað, onnur skulu vita nakað um”.

Tað førdi við sær, at eg leitaði mær vitan og ráð í Instagramheiminum í staðin, har eg fann eina
sermentan við ungum kvinnum, við áhuga innan eginbúskap og stremban eftir fíggjarligum
sjálvræði og fíggjarligum frælsi, sum deila sínar royndir og vitan við øll, sum eru áhugað.


Eg avgjørdi at gera ein tílíkan føroyskan vanga, sum setur sjóneykuna á fíggjarligu viðurskiftini hjá
eini vanligari føroyskari barnafamilju. Leggja øll kortini á borðið, blotta okkara netbanka og
peninganýtsluna, bæði tær góðu avgerðirnar og tær til tíðir vánaligu peningaavgerðirnar. Tosa hart
um pengar og bróta tabu.

Hetta er ein persónlig ferð mótvegis fíggjarligum frælsi, sum eg opinskárað deili við onnur.
Vónin er, at vit við tíðini læra at tosa opið saman um eginbúskap, hjálpa hvørjari aðrari og deila
góð ráð og góðar royndir. Ynskið er at fáa fíggjarligt frælsi. Eina fíggjarligt óttaleysa tilveru, við
“nokk av” peningi á kontuni og rásarúmi til at njóta tilveruna saman við teimum nærmastu og
hesum lítla, sum óvitandi situr og hugnar sær á gólvinum við sínum leikum.

Ferðin til fíggjarligt frælsi er byrjað, vælkomin við.

Image

Fíggjarligt frælsi

Fíggjarligt frælsi er navnið á einum vanga á sosiala miðlinum Instagram, sum ein dulnevnd kvinna stendur aftanfyri.

Kvinnan er í 30’unum, livir saman við manni sínum og børnum, hevur eitt vanligt arbeiði og eru tey sum heild ein vanlig føroysk barnafamilja, við øllum tí sum har til hoyrir.

Á instagram vanganum leggur hon dent á viðurskifti í eginbúskapinum, so sum skuld, samansparing, forbrúk og íløgur oa., og ynskir somuleiðis at bróta tabuið og tosa opið um persónlig fíggjarviðurskifti millum føroyingar.