

Um ein nevnir navnið Jens Marni Hansen, so koma nógv at hugsa um sangirnir ”Alt tú ert fyri meg” og ”Lukkan er ei gullið”. Tú kemur allarhelst eisini í tankar um onkra góða veitslu, har vakra røddin hjá Jens Marna setti dám á veitslulagið. Eg sjálv og nógv við mær minnast Jens Marna frá 1990 ́inum og 00 ́inum, tá Kjølar og All That Rain orkestrini vóru í vælmaktini. Tá vóru tað dj- showini í batminton høllini, dansur í Kambsdali og Ársins songrødd kring alt landið.
Tað eru nógv sum vita, at Jens Marni er uppvaksin í Kollafirði og giftur við Ninu. Eisini vita øll, at Jens Marni er eitt kent navn bæði her heima í Føroyum og eisini í Danmark.
Men veit tú av, at hann er útlærdur maskinsmiðjur? At hann hevur verið hondbóltsleikari og at honum dámar – Saman við konuni Ninu – at innrættað heimið?
Fá alt tað at vita, og nógv meira í hesi áhugaverdu greinini um ein av stórstu tónleikaranum í Føroyum Jens Marna Hansen.
Eg havi verið á vitjan heima hjá Jens Marna og konuni Ninu úti á Norðasta Hornið. Vit fingu okkum eitt gott prát, um hansara yrkisleið sum hondbóltspælara og áhugað hansara fyri tónleiki longu sum 10 ára gamal. Prátið fall eisini á teirra fyrrverandu felagsheim og teirra hugnaliga núverandi heim.
Hvør er Jens Marni Hansen?
Jens Marni Hansen er føddur 18. desembur 1974. Hann og hansara tvær eldru systrar eru uppvaksin í dalinum í Kollafirði, sum er meira ella minni endin av bygdini. (Úr Havnini er tað byrjanin) Barnaskúlin lá mitt í bygdini, og tað var eisini har allir aktivitetirnir gingu fyri seg. Teinurin var í so langur at ganga fleiri ferðir um dagin, so Jens Marni brúkti nógv súkkluna, at koma aftur og framm við.
Eins og so nógvir aðrir smádreingir, so dámdi Jens Marna væl at íðka ítrott. Hondbólturin var tann ítrottargreinin, sum Jens Marni fall mest fyri. Sum 10 ára gamal, byrjaði Jens Marni at spæla hondbólt, men tá var tað meira spæl enn nakað annað. Men tá hann var 12 ára gamal, byrjaði hann av álvara at spæla hondbólt. Tvey ár seinni, tá hann var 14 ára gamal, vandi hann við í bestu deildini. Hann spældi tey seinnu árini í bestu deildini.
Av tí at ongin ítrottarhøll var í Kollafirði, so mátti Jens Marni heilt til Skála at venja. Tí blivu dagarnir ofta sera leingir. Tá so vestmenningar fingu eina ítrottarhøll, fóru tey frá kollafirði at venja har. Tað var tað reina luksus afturímóti.
Jens Marni hevur eisini róð við ymiskum kappróðrarbátum, men tað var meira on and off. Tey seinastu árini hevur hann vant í Yndi. Hann følur væl, at tá hann venur nógv, tá orkar hann nógv betri at hugsavna seg um alt annað eisini. Nú er tað ikki so nógv venjing á skránni, tí orkan fer mest til at spæla og syngja.



Maður, pápi, maskinsmiðjur og tónleikari
Jens Marni er útlærdur maskinsmiðjur. Hann lærdi í smiðjuni í Kollafirði frá 1995 til 1999. Aftaná fór hann í tónleikaraskúla. Tónleikaraskúlin var í Vig, sum liggur uttanfyri Holdbæk. Hann hevur eisini arbeitt hjá Normatek í 5 ár.
Í 2001 møttust Jens Marni og Nina í Klubbagarðinum. Tað blivu so tey bæði. Tey hava verið par í 19 ár og verið hjún í 16 ár. Tey eiga tvey børn saman. Dóttrina Emaliu, sum er 12 ára gomul og sonin Markus, sum er 6 ára gamal. Familjan eigur eisini tríggjar hundar. Tveir av hundunum eru Pomeranien og ein er Shetland Sheepdog. Sum hjá so nógvum øðrum hundaeigarum, so eru hundarnir ein partur av familjuni. Tey hava einntá sína egnu trappu upp á sofuna.



Sum vanligt er, so leigaðu tey ymsastaðni, áðrenn tey keyptu hús. Fyrsta heimið var ein pinkalítil kjallaraíbúð í Eysturstrætið. Men íbúðin var ikki nakað fyri tey kortini, so at tey endaðu á loftinum heima hjá foreldrunum hjá Jens Marna í Kollafirði. Tá tey høvdu búð í Kollafirði í eina tíð, fingu tey bjóða, at passa eini hús úti á Argjum. Hugskotið við tí var, at tey kundu búgva í húsinum ímeðan tey passaðu tað. Um somu tíð, hevði Jens Marni verið niðri á knæ og Nina hevði sagt ja. So brúðarhúsið var í húsinum úti í Argjum. Hetta var í 2004. Jens Marni hevði tá eisini tikið avgerð um, at gera meira burturúr tónleikinum undir egnum navnið.
Í 2005 keyptu tey eini hús norðuri í Sundinum í Kollafirði. Tey húsini vóru frá 1927. Eini gomul hús hava altíð brúk fyri umvæling. So Jens Marni brúkti níggju mánaðir til, at umvæla húsið. Millum annað kann sigast, at hann sjálvur gróv 60 tons út, tá hann skuldi gera kjallarin.
Men tey sóu skjótt, at tað bleiv ov nógv koyring aftur og framm. Tey høvdu bæði arbeiði, ross, áhugaðmál og annað. Tá tey so fingu bjóða, at prøva at búgva í Havn í eina tíð, takkaðu tey ja. Mamman hjá eini vinkonu hjá Ninu var deyð, so húsið hjá henni stóð tómt. Tey tóku av tilboðinum, sjálvt um tað var sera ringt fyri Jens Marna, at lata húsini í Kollafirði. Hann hevði jú brúkt so nógva tíð og orku uppá, at gera tey í stand.



Húsið á Norðasta Horni bleiv teirra í síðstu løtu
Jens Marni, Nina og børnini búgva í einum friðarligum grannalagi. Tá ein kemur til adressuna, leggur ein beinavegin merki til, hvussu idylliskt og friðarligt tað er í Norðasta Horni. Tað kennist, sum tú er komin út á bygd og ikki er bert 10 minuttir frá Havnini.
Bæði Jens Marni, Nina og børnini eru glað fyri at búgva júst har. Tað var eisini í síðstu løtu, at húsið bleiv teirra.
Húsið hevur eina sjálvsama søgu. Tí húsið stóð ikki upprunaliga á Norðasta Hornið. Húsið er bygt í Oyndarfirði. Húsið bleiv transporterað við einum sandbáti úr Oyndarfirði til Havnar. Teir fyrrverandi eigarirnir gjørdu grundina størri, áðrenn húsið bleiv sett á grundina. Húsini vórðu flutt í 1983, og tað kostaði tá 30.000 kr.
Húsið er størri nú, enn tað var upprunaliga, tá tað kom úr Oyndarfirði. Nú hevur húsið eitt mát sum kallast 160 m2. Kjallarin og miðhæddin eru 60 m2 hvør og loftið er 40 m2.
Tað var rættliga spontant, at tað bleiv akkurát húsið úti í Norðasta Horni. Í 2011 leigaðu Jens Marni og Nina eini hús, men tey høvdu fingið boð um, at vera úti úr húsinum í januar 2012. Av tilvild sóu tey, at eini hús vóru til sølu úti á Norðasta Horni. Tey løgdu til merkis, at ongin hevði bjóða uppá tey í eitt heilt ár. Hjúnini valdu at prøva at geva eitt boð. Men tað var knald ella fald, um tey fingu húsið. Tí tey høvdu gjørt av, at tey ikki vildu ikki fara hægri upp enn vist.
Tey vóru so mikið heppin, at tey fingu húsini í síðstu løtu. Í november skrivaðu tey undur papírini og fyrst í januar fluttu tey inn. Tá tey fluttu inn í grannalagið, var tað meira ella minni eitt pensjonista kvarter. Men nú seinastu árini hava fleiri barnafamiljur keypt hús har. So nú er tað meira ella minni eitt familjukvarter.



Jens Marni sum tónleikari
Jens Marni var bert 8 ára gamal, tá hann á fyrsta sinni prøvaði at hava eina framførslu. Hann fekk hendan møguleikan í skúlanum. Sum 10 ára gamal byrjaði hann at spæla guitar. Hetta gjørdi hann so í 2 ár.
Jens Marni gloymdi ikki kensluna, sum hann hevði fyrstu ferð hann stóð á einum palli. Tí longu sum 13 ára gamal, byrjaði hann at spæla til dans. Tað má sigast at Jens Marni er eitt natúr talent. Tí tað hevur als ikki verið nógv undirvísing innanfyri tónleikin. Meginpartin av øllum sum hann dugur, hevur hann sjálvur lært seg ígjøgnum árini. Hann var í Danmark á tónleikaháskúla, men tað var ikki so nógv einstaklinga baserað, men mest orkesturbaserað.
Tað kemur nokk ikki sum eitt sjokk, at Jens Marni hevur sítt egna tónleikarúm í kjallaranum. Hann sigur, at tá familjan er úti, so fer hann niðurundir at larma.
Tey sum vóru ung í 1990 ́num og í 00 ́inum minnast óiva Jens Marna frá tá hann spældi við Kjølum og All That Rain. Hann hevur eisini verið við í Showmenn.
Jens Marni byrjaði sína solo karrieru í 2004, tá byrjaði hann at syngja og spæla undir egnum navnið. Í nøkur ár var Jens Marni við á fløgum hjá øðrum, men í 2008 kom hansara fyrsta solo album, sum kallaðist ”The Right Way” út á marknaðin. Jens Marni gjørdi púra beint, at geva sína egnu fløgu út. Tí sama ár bleiv bleiv hann kosin sum ”Besti mannfólka sangari” og fløgan vann eisini prísin sum ”Ársins fløgu útgáva”. Ikki nokk við hesum, so vann Jens Marni eisini tónleikaviðurslønina ”Planet Awards”.
Jens Marni hevur verið eitt kent navn her heima í Føroyum í nógv ár. Men í 2010 gjørdi hann eisini vart við seg í Danmark, tá hann var við í tí Danska Melodi Grand Prix. Hann vann tó ikki. Sangurin sum hann framførdi kallaðist ”Gloria” og tað vóru Sven Gudiksen, Johannes Jørgensen og Noah Halby sum skrivaðu og løgdu lag á sangin. Jens Marni hevur úttalað seg einaferð fyri Sosialinum, at lurtarnir høvdu stemmað uppá hann sum at vinna. Sjálvt ein av dómarunum hevði stemmað uppá hann. Men hinir dómarnir hildu ikki, at hann skuldi vinna.
Av tí at avgerðin hjá dómsvaldinum í tí Danska Melody Grand Prix ́inum var 50 %, so var tað ikki nokk til at hann vann. Hesar upplýsingarnar hevði Jens Marni fingið frá DR.
Í 2013, sama ár sum hansara næsta og seinasta fløga kom út, var Jens Marni á turné saman við contry sangarinnuni Evi Tausen. Jens Marni spældi guitara og sang aðru røddina saman við Evi og hennara tónleikabólki. Tey vóru í Týsklandi, Skotlandi og Írlandi.
Aftur hetta árið fór Jens Marni avstað við viðurslønini, sum besti sangari í Planet Awards. Hóast hann ikki vann í tí danska melodi Grand Prix, so hevur hansara vakra rødd gjørt seg galdandi. Tí í 2011 bleiv sangurin ”Maybe Tomorrow” brúktur sum heitis sangur í tí fyrsta danska talkshow á webtv ”Huxi og Karens” hjá Ekstrablaðnum.




Eitt nýtt baðirúm og kjallari í bilhúsinum
Sum so nógv onnur í koronatíðum vóru Jens Marni og konan i gongd við, at innrætta húsini uppaftur meira. Ætlanirnar eru nógvar. Baðirúmið skal umvælast, ætlanin er at stoypa uttanfyri, so tey fáa eitt tún og eisini eru tey í gongd við at gera bilhúsið til eitt kjallararúm.
Eg havi klárað at fáa nakrar upplýsingar um, hvussu teirra baðirúm kemur at síggja út. So at lesarin kann fáa onkur hugskot.
Tað fer at vera ljósagrátt mikrosement á veggunum og myrkagráðir flisar fara at vera á gólvinum. Tað eru mattsvartir Vola kranar í vegginum til vask og brúsu. Brúsan fer at hava glasveggir og uppiundir loftinum verður Toldtekt.
Uppiundir loftinum vera 5 vanligir spottar og í baðiumráðinum vera 6 smáir spottar.
Innrættingin
Húsini eru eini ”gammeldags” hús, sum eru gjørd av nýggjum. Tey hava varðveitt nógv av tí gamla. Millum annað er ongin bjálki í stovuni eins.
Av tí at Jens Marni er maskinsmiðjur, so dugir hann væl, at gera ymiskt sjálvur. Tá tey yvirtóku húsið vóru vindeyguni rotin og takið skuldi skiftast. Alt innan var ov tætt, ti í 80 ́inum visti man ikki betri. so tað bleiv alt gjørt av nýggjum.
Húsini eru sera væl innrættaði. Tað eru tvey vesi og eitt baðirúm í húsinum. Stova og køkur er í einum og so hava tey fimm kømur. Tey duga eisini sera væl at fáa innbúgvið og nips til at passa saman. Hetta ger, at tað er sera fjálgt og hugnaligt inni. Eisini eru tey ófør at blanda nýtt og gamalt saman í innrættingini.
Tað var upprunaliga gassbetong í húsinum, og tað hava hjúnini ikki broytt. Pláturnar í húsinum eru bleytar, so tað ber ikki til at smíða nakað á veggin. Um nakað prýðið skal upp at hanga, so má tað límast uppá. Men tað sær ikki út til at gera tað stóra. Tí heimið hjá teimum báðum er væl prýtt.
Hóast at pláturnar mangla at vera skiftar, so er nógv annað gjørt við húsið. Millum annað hava tey lagt flisar omaná flisar í gongini og uttanfyri húsið hava tey gjørt eina terassu. Í gongini er ein dupult glashurð út til terassuna.
Bæði hava hvør sína meining, um hvussu teirra heim skal innrættast og hvat skal gerast øðrvísi. Men tey duga væl at lurta eftir hvørjum ørðum, so at bæði hava sín part av innrættingini. Millum annað hevur Jens Marni valt køkin. Hann vildi ikki hava hvítan køk, tí tað var ov kliniskt. Jens Marni hevur eisini sjálvur gjørt veggin uppi yvir eymhettini.
Teimum dámdu ikki tað upprunaliga gólvið, tí tað var sera myrkt og slitið. Men tann ”trupulleikan” loystu tey skjótt, við at biðja ein koma at slípa teimum gólvið, so at tað bleiv ljósari. Tey hildu eisini at uppgongin til loftið var so myrk, so har hava tey sett eitt takvindeygað í, so at sólarljósið kemur inn.
Húsið er ikki stórt. Men tað er væl útnytta. Tað ger, at húsið virkar nógv størri, tað er gott pláss og rúmini eru sera opin og væl innrættaði.
Prei frá Jens Marna um innrætting
Jens Marni og Nina hava hugsa um, at fáa sær Toldtekt loft. Tað fæst í bæði tjúkkum og fínum. Jens Marni og konan vænta, at tey velja tær fínu. Tað einasta, sum er eitt sindur keðiligt við teimum, er at tað støvar so illa. So tað verður neyðugt at støvsuga væl áðrenn. Jens Marni kom við einum góðum hugskotið. Um tað var heilt galið við, at tað støvar so illa, so kann ein sproyta pláturnar við klárlakkið. Tað verður bara fibrurnar sum verða sprayðaðar. So ljóðið klárar væl at koma upp í millum.
Tað er eisini gott at hava ull beint aftanfyri pláturnar. Um tað er gips ímillum er tað 20 prosent av ljóðdempingini. Hugskotið er at tað andar ímillum og luftin troyngir inn í instralitónina.
Tá tú ger eini gomul hús í stand, so ger tú eftir tí sum er mest umráðandi fyrst og arbeiðir teg síðani ígjøgnum húsið.
Man verður aldrin liðugur, tí tað er altíð okkurt ein gjarna vil hava øðrvísi. Tí er umráðandi at ein sær alt tað positiva, tá eitt ting verður liðugt í húsinum.



Dótturin hevur sjálv innrættað sítt kamar
Dótturin hevur eitt ordiligt tannáringa kamar. Hon hevur sjálv gjørt og innrættað kamarið. Kamarið sum Emaliu hevur nú, var hjúnarkamar áðrenn. Men Emaila bleiv størri og tí hildu foreldrini, at tað var betri, at gentan fekk tað størsta kamarið. Tí tað var umráðandi, at Emalia hevði eitt stað, har hon og vinkonurnar kundu vera. Tey vaksnu hildu ikki, at tað var neyðugt at hava tað størsta kamarið, tí tað var bert brúkt til at sova í.
Tað liggur væl fyri hjá 12 ára gomlu Emailu at innrætta. Hennara kamar er eitt satt dreymakamar til tannáringa gentur. Tað sermerkta við kamarinum er, at hon sjálv hevur staði fyri allari innrættingini. Lika frá at málað til at hanga pyntiting upp. Tað liggur væl fyri hjá henni. Men tað man ikki koma frá heilt fremmundum, tá ein hugsar um hvørji foreldrini eru.
Mín persónliga eftirmeting
Tað einasta eg visti framanundan, tá eg fór heim til Jens Marna var, at hann hevur verið við í Kjølum og All That Rain, at hann nú er solosangari undir egnum navnið og at hann sang ”Gloria” í tí danska melodi Grand Prixinum.
Sum tit sjálvi síggja, so hevði eg onga hóming av, hvussu nógvar ymiskar eginleikar hesin maðurin hevur. Eg vónaði sjálvandi, at tað var okkurt lítið innanfyri innrætting við í samrøðuni, so at eg kundi fáa tvær flugur við ein smekk í greinina. So tað sigur seg sjálvt, at eg var sera positivt yvirraskað, tá eg fór út aftur í bilin tveir tímar seinni.
Mær dámar sera væl, at fólk keypa gomul hús og gera tey í stand so við og við. Tað gevur so nógvan íblástur, hvat ein sjálvur kann gera við sítt egna hús. Men eg má siga, at tað er heilt fantastiskt, hvussu nógv tey bæði Jens Marni og Nina hava fingið burturúr teirra húsið. Eisini er søgan aftanfyri húsið sera áhugaverd og serlig. Tað ger at húsið bara verður uppaftur meira spennandi at hoyra um.
Hvat eg fekk burturúr? At tað ber væl til at leggja flisar omaná flisar, at eg vil hava eina dupult glas hurð út á terassuna (Tá eg einaferð eigi hús aftur) og hvussu væl tað riggar, at minka um talið av rúmum í húsinum, fyri at fáa størri rúm.




Myndir: OPHfoto

Beinta V. S. Hentze
Beinta er fødd og uppvaksin í Havn, men er búsitandi á Sandi. Hon er gift og tey eiga ein son saman. Tá sonurin var lítil, upprættaði hon ein blogg á Facebook og Instragram. Har bloggaði hon í nøkur ár. Áhugin fyri at skriva sum heild, hevur altíð verið til staðar. Áhugin fyri innrætting kom, tá tey fingu egna hús. Tá sá hon at Hús og Heim leitaði eftir bloggarum og hon skundaði sær at søkja, og var so heldig at fáa játtandi svar. Til dagligt skrivar hon heimanifrá vegna pínu í rygginum. Hennara áhugamál eru familjan, hennara hundar, skriving, innrætting matgerð, vinir, gongutúrar og so elskar hon eisini at vera kreativ uppá nógvar ymiskar mátar. Hon dámar sera væl endurnýtslu, bæði til innrætting, shopping og at vera kreativ.