Ein mettaður miðmálið: Tunsalat

Tað er so lekkurt við heilsugóðum miðmálum. At vita at tað eg etið í dag, fari eg ikki at viga meira av ímorgin er tað besta við hesari máltíð. 
Har er hetta tunsalatið perfekt, smakkar avbera væl og er sunt og man heldur sær sera leingi mettan við at eta hetta. 

Tilfar: 

  • 1 dós av tun 
  • 50 gram hyttuostur
  • 3 spsk. majones
  • Avokado
  • Roykt flesk (bacon bitar)
  • Sindur sitrón saft 
  • Reyðleykur

Blanda alt saman. 

Vælgangist

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.