- gerst vøkur við orku og máling
Tað eru ikki øll, sum hugsa um tað. Men gongin er tað fyrsta inntrykkið, ein fær, tá ein kemur inn í eini hús. Í næsta mánað, hava vit verið húsaeigarir í 7 ár. Hesi 7 árini, havi eg als ikki hugsa um, hvussu umráðandi tað er, at gongin er ruddilig, pen og ordlig. Ikki fyrrenn Korona herjaði og eg var noydd at vera við hús næstan 24 tímar um døgnið, legði eg merki til, hvussu óintursont gongin hjá okkum var.
Gamla gongin
Hvítir veggir, ómálað trappa, reyð gardropa, og innrættingin var mest sum best bar til. Sum so mong onnur, so fekk eg blóð uppá tonnina, at gera okkara heim til okkara dreymaheim. Tá baðirúmið var liðugt, fór eg í gongd við gongina ( við góðari hjálp frá manni og soni )
Gongin er ikki so stór, men stór nokk til at tað riggaði at ein veggur hevði lit. So tað allarfyrsta var, at finna útav, hvør litur passaði best til gongina. Mær dámar sera væl sterkar litir, men eisini myrkar. Køkurin og Baðirúmi, sum bæði eru inn frá gongini eru málaði myrk, tí valdi eg at brúka lillað og svart í gongini.


Nýggja gongin verður málað
Allir veggirnir blivu málaðir hvítir fyrst. Tá gongin var liðugt málað, fór eg í gongd við tann lillaða veggin. Eg prøvaði fleiri ferðir, men var als ikki nøgd og bleiv so irritera, at maðurin tók yvir. Trúgv tí ella ei, hann málaði einaferð, og so var veggurin perfektur. Sjálvandi var eg glað, men eisini eitt sindur sovurit øøvvv, tí eg hevði málað veggin minst 4 ferðir áðrenn.
Tá allir veggirnir vóru málaðir, fór eg í gongd við gardropuna. Maðurin hevði málað mær trappuna svarta áðrenn. Bæði gardropan og skógvahillin blivu málaðar svartar.
Einki av tingunum er keypt nýtt
Einki av innbúgvinum í gongini er keypt nýtt til endamálið. Skógvahillin stóð í durðinum áðrenn, men bleiv so flutt inn í gongina, undir gadropuna. Knagahillin, sum er beint við hurðina út til durðin er ein gomul knagahill, sum eg keypti í Danmark, tá eg búði har. Ljósastakarnir eru keyptir á einum loppumarknaða, stearinljósið ”Til en speciel person” og fuglarnir eru gávur. Kúlurnar sum hanga á knaganum eru frá Rosendahl. Báðar myndirnar av børnunum eru keyptar á loppumarknaða.
Vit eiga tveir hundar, so tað skal eisini vera pláss fyri teimum. Teir hava fingið sovipláss undir trappuni. Hunda citat skiltini eru bæði keypt nýggj, men eru eftir hondini nøkur ára gomul. Matstativið, har hundaskálirnar eru, hevur maðurin sjálvur gjørt til endamálið. Tá eg einaferð fái tíð, so fari eg at málað stativið svart.
Innrætting við tann litaða veggin
Tann gamli stólurin sum stendur við tann lillaða veggin, er ein gamal skrivaraborðstólur, sum mamma mín hevur átt. Skuffusystemið er í sínari tíð keypt uppi í Skemmuni ( Eg haldi at tað bert fast í hvítum nú, men eri ikki heilt vís í tí ). Nipsið á skuffusysteminum kemur ymiskastaðni frá. Vasarnir eru keyptir uppi í skemmuni, alt hitt er keypt uppi í Dugna. Urtapotturin er ein gáva frá manninum og soninum. Rammurnar blivu í sínari tíð keyptar í Tiger. Skiltini eru frá Rólant á Sandi. Lampan í gongini fylgdi við húsinum, so hon er sikkurt eini 50 ára gomul.
Ger eitt ”nýtt” spegl sjálv/ur
Speglið var upprunaliga ”skiti” ráhvítt. Eg sprayaði tað svart. Tá tú sprayaðar eitt spegl er umráðandi at minnast til, at dekkað alt speglið, annar koma prikkar á tað. Eg dekkaði alt speglið við 3 løgum av avíspapírið. So klistraði eg tað fast við endunum. Tað riggaði væl. Um óheldi er úti, at máling/sprayði er komi á spegli, so ber til at fáa tað av aftur við silikon fjernara.
Eftirmeting
Sum tit síggja her, so ber væl til at innrættað við tingum, sum ein eigur framanundan. Sjálvandi er tað nógv lekkrari við nýggjum tingum. Men eg havi sett mær fyri, at míni blogginnlegg skulu vera fyri øll. Tað eru so nógv, sum ikki hava so nógvar pengar um hendi. Málingin í sær sjálvum kostar rættliga nógv, og at spraya tingini kostar eisini eitt sindur.
Men í longdini so loysir tað seg nógv betri, at gera tað ein kann sjálvur.
Eg eri sera væl nøgd við gongina. Tað einasta, sum kostaði mær eitt sindur var málingin. Hetta kemur av, at eg brúkti 3 litir, og tann svarta bálingin hevur lakk í fyri at halda. Hurðarnir eru forrestin eisini málaðar svartar við lakkmálingini. Men tað er ikki gjørt nú.
Málingin, sum er brúkt er:
- Hvít veggjamáling – SUPER ACRYL PP professional paint 10 Bas AA 10 L – Flutex 10 veggja máling 598 kr ( Fæst hjá Fróða)
- Sadolin Træ og metal til udendørs træværk 40 sort halvblank 2,5 L – 500 kr ( Keypt hjá Rólant, fæst í Litaval)
- Flugger Flutex 10 Silkemat væggemaling Base 1 kulør S3020 R40B 3 L – Tilboð 198 kr (Fæst hjá Fróða)
Prei
Um tú vil hava svartar hurðar. Málað tær so sjálv/ur við lakkmáling. Ein svørt hurð kostar eini 500 – 800 kr eyka, enn tann vanliga hvíta hurðin.

Beinta V. S. Hentze
Beinta er fødd og uppvaksin í Havn, men er búsitandi á Sandi. Hon er gift og tey eiga ein son saman. Tá sonurin var lítil, upprættaði hon ein blogg á Facebook og Instragram. Har bloggaði hon í nøkur ár. Áhugin fyri at skriva sum heild, hevur altíð verið til staðar. Áhugin fyri innrætting kom, tá tey fingu egna hús. Tá sá hon at Hús og Heim leitaði eftir bloggarum og hon skundaði sær at søkja, og var so heldig at fáa játtandi svar. Til dagligt skrivar hon heimanifrá vegna pínu í rygginum. Hennara áhugamál eru familjan, hennara hundar, skriving, innrætting matgerð, vinir, gongutúrar og so elskar hon eisini at vera kreativ uppá nógvar ymiskar mátar. Hon dámar sera væl endurnýtslu, bæði til innrætting, shopping og at vera kreativ.














