Ein stuttur gongutúrur

(Myndabloggur frá OPHfoto)

Vit sótu væl til rættis við einum deiligum kaffikoppi í hondini, og hugdi út at tí deiligu Havn. Síðani ringir telefon og systnabarni spyr um eg hevði hug at fara ein túr niðan á Reyðafelstind (766m). Hálvan tíman eftir hetta, vóru vit í Selatrað, har leiðn byrjaði niðan á tindin. Her var líti og einki av vindi og heldur ikki yvirskýggja, sum tað var í Tórshavn hendan summardagin.

Klokkan var longu blivin 18:00 tá túrurin byrjaði, og klokkan 19:30 vóru vit uppi á toppinum. Gjøgnum hendan 1½ tíma fingu vit okkum eisini eitt deiligt brúsubað undir einum fossi.

Sum yvirskriftin sigur, so var hetta ikki ein langur túrur – men túrurin var eitt stórt upplivilsi, har vit eisini fingu eina góða vælveru burturúr.

Gott summar! 🙂