Eins og áarstreymur

Eins og áarstreymur rennur
vallar hugurin hjá mær,
og í barmi mínum brennur
longsil út um bygdagarð.
Eg vil skoða villar víddir,
eg vil njóta sól og vind !
Fagurt hagin nú er skrýddur,
lætt fer lot um fjallatind.

Felagar, tit pjøkan takið,
kom í hagan burt við mær,
vendið bygdini so bakið –
móti okkum sólin lær.
Hoyrið fuglaljóð í haga,
síggið seyðafylgi mong,
dýr og menniskju seg gleða;
trív tí í ein vallara song !

Tá ið eftir dagsins hita,
kaldligt lot um víddir fer,
snípan letur okkum vita,
at tað hvíldarstund nú er,
og tá fara vit í tjaldið
og vit sova sælan blund,
inntil náttin missir valdið
á tí snimmu morgunstund