Fittar páskakoppakøkur

Stuttligt at gera við børnunum

Hesar fittu páskakaninurnar kanst tú gera í páskafrítíðini saman við børnunum. Tær eru bæði nemmar og stuttligar at gera.

Tilfar til 12 stk.

115 g mjøl
1 ½ tsk bakipulvur
115 g bleytt smør
115 g sukur
2 egg
Fínt rivið skal av einari vistfrøðiligari sitrón
2 spsk mjólk

Hvítt sjokoláta smørkrem:

230 g smør
150 g hvít sjokoláta
1 tsk vanilju ekstrakt
440 g flormelis

Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á 190 stig
Síla mjøl og bakipulvur í ein bolla. Koyr síðani smør, sukur, egg, sitrónskal og mjólk í og píska alt væl saman. Koyr deiggið í koppakøkuformar við eini skeið.
Baka køkurnar í 16 – 20 min ella til tær eru rísnar og gyltar. Lat tær kólna áðrenn kremið verður koyrt á.

Kremið:

Píska smørið til tað er ljóst og kremut.
Koyr vanilju ekstrakt og helvtina av flormelisinum í smørið og píska.
Stoyt síðan restina av flormelisinum í og píska aftur.
Smelta sjokolátuna og lat kólna eitt sindur.
Koyr smeltaðu sjokolátina í og píska til tað er javnt og bleytt.
Um smørkremið tykist ov turt, kann eitt sindur av mjólk latast í.

Pynt: 

Sukur
Pastafarva
Skúmgæti
Kokus
Sukureygu
Krymmel

Koyr sukur og pastafarvu í ein plastikposa. Arbeið tað væl saman og rist posan av og á.

Klipp síðani skúmgætið skrátt sum víst á myndini.
Dippa tann klipta endan niður í litaða sukurið.

Sproyta smørkremið á koppakøkurnar og dippa tær í kokus so tað dekkar kremið.
Set síðan oyrini, eyguni, nøsina og snoddhárini á.

Image

Sóley Dimon

Sóley er 30 ára gomul, býr í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava tey tveir synir. Hon eri útbúgvin námsfrøðingur og starviast í barnagarðinum Mýrifípan. Henni dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabbanum, ið allir vóru kondittarir.