Fjálg og persónlig íbúð á Islands Brygge

Bygningurin er tann elsti av sínum slag á Bryggen og tann fyrsti, sum varð bygdur til “beboelse”. Alt er sera væl varðveitt hjá Bjartmar, Andreu sum saman við børnunum búgva á Islands Brygge

Húskið: Bjartmar, Andrea og børnini Valdemar, Miriam og Marcus.

Stutt um: Bjartmar er úr Vági og starvast sum sølustjóri í Tryg Forsikring. Andrea er úr Miðvági bleiv liðug at lesa til sjúkrasystir í 2018. Marcus gongur í skúla, Valdemar í vøggustovu og Miriam á studentaskúla.

Instagram: Andrea kann fylgjast á Instagram her: @_andrea_hansen

Slag av bústaði: Íbúðin er ein Herskabslejlighed á 160 kwm og liggur á Islands Brygge. Tey búgva til leigu og hava búð har í 6 ár.

Um íbúðina – Andrea greiðir frá

Bygningurin er tann elsti av sínum slag á Bryggen og tann fyrsti, sum varð bygdur til “beboelse”. Alt er sera væl varðveitt. Øll loftini hava orginalt stukk/gipskálk, og trægólvini eru tey somu alla íbúðina ígjøgnum, men spísistovan hevur sildabeinsparket. Vindeyguni eru eisini varðveitt í tí gamla stílinum. Sjálvt um tað er mitt í býnum, er sera væl ljóðisolerað.

Innrættingin: 
Íbúðin hevur tvær stovur, køk, baðirúm, gongd, trý stór kømur og eitt minni kamar við altan.  Og so er ein stórur felags garður.

Áhugin fyri innrætting:
Eg havi altíð havt áhuga fyri innrætting. Eg elski at hava ymiskar verkætlanir í gongd. Maðurin er ein ordans handyman og vit gera tað mesta saman, tað halda vit er sera hugnaligt.

Tíbetur gevur maðurin mær loyvi til at gera um sum eg vil, sjálvt um hann skuldi yvirtalast nakrar ferðir, áðrenn stovan fekk ein svartan vegg. Men av tí at rúmið er so stórt, gjørdi tað faktiskt, at tað bleiv hugnaligari inni har, og at rúmið ikki tóktist so tómt. 

Persónligur stílur við nógvum DIY verkætlanum

Vit hava óivað tað, ein kann kalla ein persónligan stíl. Vit hava ikki nakað ávíst merki, vit dáma best. Tá vit innrætta, hugsa vit ikki so nógv merki ella prís, men meir, hvat okkum dámar best, og hvat passar inn. Finna vit ikki tað, vit vilja hava, eru vit ikki bangin fyri at byggja/gera tað sjálvi. Alt er ein blanding av nýggjum, “loppefund” og DIY.

Spísiborðið hava vit sjálvi gjørt, og trælampurnar hava vit eisini sjálvi gjørt.

Skenkurin í stovuni er frá “Den Gamle Carlsberg Bygning” og var har brúktur í “personalebarren”. Hann var sera illa farin, og tann flotta borðplátan var goymd undir MDF-plátum, men eftir eina kerliga hond fekk skenkurin nýtt lív, og vit eru sera glað fyri hann.

Grammufonina keyptu vit frá tveimun fittum eldri damum í París, og reolina havi eg spraymála “messing” og lagt marmor-plátu í.

Umráðandi at tað er barnavinarligt

Vit gera um allatíð, mála, flyta runt og skifta út. Vit skifta ikki stíl, men elska at innrætta, so tað er sjáldan, at nakað stendur í sama stað í fleiri mánaðir í senn. Vit eru eisini ein stór familja og fyri okkum er tað týdningarmikið, at tað er pláss, og at alt tolir, at børn brúka tað. Ting, ið vit ikki brúka, verða ofta givin víðari/vekk, seld ella goymd burtur, til vit kanska kunnu brúka tað aftur. Men einki fær loyv at standa, um tað órógvar eygað ella ikki verður brúkt.

Tað er høgt til loftið, og vindeyguni eru stór, og gevur tað deiliga nógv ljós. Bæði spísistovan og stovan hava nógv gólvpláss, og har verður bæði súkklað, runnið og bygt lego inni har. Trægólvini tola, at børn spæla har, og tað er týdningarmikið fyri okkum. 

Gjøgnumgangandi stílurin

Vit halda fast í svart, hvítt, grátt ígjøgnum alla íbúðina. Um vit hava litir, er tað ofta blómur, plantur, pynt og málningar, sum geva litirnar. Messing og marmor sæst eisini aftur. 
Tá vit keypa møblar o.t. ganga vit ikki eftir nøkrum ávísum merki, tað er meira, hvat vit dáma og føla nakað fyri, sum kemur við heim.

Okkara yndis-ting og -rúm

Spísiborðið og spísistovan eru okkara yndisting/yndisrúm.Tað er týdningarmikið fyri okkum, at spísistovan og stovan kunnu brúkast til okkara dagliga brúk og eisini til, at vit kunnu hava gestir. Har samlast vit øll til máltíðir, og har er pláss til uml. 15 fólk runt um borðið. Tá vit sita har, síggja vit eisini útyvir vatn, trø og vøkur kirkjutorn, tað halda vit er hugnaligt.

Góð ráð frá Andreu

Ein skal ikki vera bangin fyri at mála og flyta runt, tí alt kann málast aftur og flytast sum tad passar best, tað er jú bara innrætting. Brúka innrættingarbløð og heimasíður til íblástur, men tað er í ordan, at ikki velja merkir og ting, sum eru “in”. Finn heldur okkurt, sum passar til tíni/tykkara tørv og til sjálvt rúmi.