Tá tú ert ung, kennist føðingardagurin sum eitt avrik. Tá tú fyllir 14 og/ella konfirmerast, kennist tað sum tú næstan ert vaksin. Síðani verður tú 18 og koyrkortið kemur í hús. Tú ert myndig!
Men tá ið tú rakar 30, hevur tað at vera “vaksin” verið veruligt í nøkur ár og føðingardagar kennast eitt sindur meira ræðandi. Tað er lætt at vera neiligur um at eldast (sera nógv eru tað), men tað er ikki ræðandi. Tað eru sera nógvir fyrimunir í 30inum og enntá 50inum!

Latum okkum byrja við, at tú hevur verið á lívið í 30 ár. Tú ert uttan iva byrjað at finna títt pláss og teg sjálva. Um hetta mundið, kennir tú teg sjálva og veit t.d hvat tú ynskir og kann geva í einum forholdi og hevur tú nokk eisini funnið tín bólk av vinum. Tá tú verður 50, er alt hetta enn meira styrknað.
At vera 20 ljóðar deiligt. Tú ert deiliga ung, ongar rukkir, men tú ert júst byrjað at læra um teg sjálva. Tá tú ert liðug í skúlanum (miðnám ella í læru), hevur tú møguliga ikki heilt funnið útav hvat tú skalt lesa, ella um tú fert at lesa. Tú finnur enn útav hvørjir tínir vinir eru og ivaleyst eru nógv onnur ting, ið greiðu skal fáast á. Hetta er fyrimunurin við at vera 30+. Tá ert tú byrjað at arbeiða ímóti tínum langtíðar málum og hevur eitt betri tak á, hvussu lívið sær út.
Ein spurnarkanning sipar til, at 30ini eru meira hugtakandi enn 20ini.
Sjálvsálitið hækkar
Sjálvsálitið byrjar at vaksa. Í 30inum og 50inum hevur tú funnið “tín stíl” ikki bert klædnastíl, men stíl innan tað mesta. Yngri fólk hava lyndið til at samanbera seg við onnur (helst vegnað SoMe og har tey eru sálarliga og í teirra menning). Seinni í lívinum kennir tú teg sjálva og veist, hvat riggar og hvat ger, at tú følir teg vakra, innan sum uttan. Um hetta mundið finnur tú eisini útav, at útsjóndin er ikki alt.

At eldast, merkir at tú gerst vísari
Ein av teimum størstu fyrimuninum at eldast eru allar royndirnar tú hevur fingið ágóðan av. Har er sera nógv vitan í upplivingum og royndum. Tú hevur nógvan vísdóm, at deila við tínum kæru og heiminum. Takkað verið tínum royndum, ert tú vorðin sterkari og ein betri persónur.
Tú ert meira tilvitað og tað er lættari at siga NEI
Sum ein ungur persónur, kann bólkatrýst vera trupult at stýra og at ikki ávirkast av. Men seinni í lívinum byrjar tú at hugsa minni um, hvat onnur halda um teg, um tú ikki ert við uppá eitt hvørt. Tú byrjar at finna útav hvørji fólk eru tínir veruligir vinir. Tá tú gerst 50, hevur tú sett mørk, ið kunnu hjálpa tær ígjøgnum lívið uttan ov nógv “drama”.

At gerast foreldur, lærir ein nógv
Ert tú vorðin mamma og hevur verið tað í nøkur ár, hevur tú eisini lært at finna eina kós, ið riggar fyri familjuna og fyri teg. At fáa børn gevur lívinum eitt endamál og er tað eitt kærleiksband, sum einki annað.

Tankin um at gerast eldri, kann kennast ræðandi, men fevnir tú tað kann tað vera ein gáva.