Føroya fyrsta brúdleyp við Gjónna í Gjógv

Í gjár var ein serligur dagur fyri Sunda kommunu, tá tey fingu høvi at víga fyrsta parið við Gjónna í Gjógv. Tað var 23 ára gamli varaborgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, sum vígdi parið. Hetta var fyrsta uppgáva hjá honum sum varaborgarstjóri. Parið var komið allan vegin frá Kekkia at ferðast og giftast á hesum sera vakra staði. 

Í besta veðrið vóru Radka & Miroslav vígd. Hetta er fyrsta útlendska parið, sum er vígt í Sunda kommunu. Fyriskiparnir av hesum brúdleypi vóru Remót Travel, ið gjørdu eitt frálíkt arbeiði. Fotografur var dugnaligi OPHfoto, sum hevur givið okkum hesar avbera vøkru myndir.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og Harrans signing.