Føroya stuttligasti brúðarbilur


Caja og Helgi Samson høvdu eitt vakurt summar brúdleyp í Víðareiði – Caja er móttøkufólk í Hotel Hafnia og Helgi er maskinmeistari á Polar Nataarnaq í Grønlandi.


Brudleyp.fo spyr brúðarparið

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?:

Vit hava tvey børn saman og hava hugsað leingi um at giftast, men valdu at bíða til vit høvdu ráð til eitt stórt brúdleyp.

Ein dagin tá vit vóru á Hotel Brandan fór Helgi niður á knæ í kamarinum, beint áðrenn vit skuldu fara út at eta í Húsagarði. Tað kom so óvæntað á meg, at eg hoyrdi ikki hvat hann segði, men hugdi bara at honum og ringinum sum hann tók fram. Tað var ein stór løta og bleiv hátíðarhildin við deiligum mati.


Dato fyri vígsluna:
23. Juli 2022
Antal gestir til veitsluna:
158 gestir
Stað fyri vígsluna:
Viðareiðis Kirkja

Veitslan bleiv hildin:
Hotel Norð, Viðareiði

Var tað veitsla fyri innbodnum ella opið hús ella vælkomst við tilmelding?:
Veitslan var fyri innbodnum og til bar eisini at tilmelda seg á Facebook.

Fíggjarætlan?
Vit høvdu ikki eina fíggjarætlan, men valdu at taka tað sum tað kom.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?:

Vit hava altíð droymt um eitt stórt brúdleyp. Og at hava brúdleypið í Viðareiði var okkara stóra ynski, tí her er so vakurt og deiligt.

Fráreiðing um brúðardagin (vígsluna, móttøkuna, veitsluna osfr.):

06:30 Makeup og hár
13:00 Vígslan í Viðareiði
Aftaná vígsluna blivu vit heinta av einum traktori, har vit síðani fóru at taka myndir við OPHfoto
16:00 var receptión við vælkomsdrikki og munnbiti.
18:00 Veitslan til uml. kl 6 um náttina

Brúðarkjólin:

Eg leitaði eftir brúðarkjóla í Danmark ímeðan eg gekk í skúla. Har fann eg ein sum passaði mær sera væl og kostaði 10.000kr

Klæðini hjá brúðgóminum:

Helgi hevði lánt sær føroysk klæðir hjá abba sínum. Síðani leigaði hann vest og sokkar frá brúðarlín


Tað besta við degnum:

At endiliga kunna siga ja til hvønn annan – Gestir sum komu heilt frá Grønlandi og Danmark – Allir tann góði stemmningurin sum gestirnir skapti. Jens Marni spældi eisini góðan tónleik og dansur var til kl 4.


Brúðarferðin:

Vit bíða við at fara brúðarferð. Helgi siglur úti og eg skuldi arbeiða beint aftaná brúdleypið.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:

Finn tykkara dag sum passar til tykkum og seta eina góða ætlan gjøgnum alt. Minst til ikki at stressa ov nógv. Sig ja til at hjálpa so nógv sum gjørligt. Elsk hvønn annan og merk dagin frá hjartanum.


Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:

Nei alt var akkurát sum høvdu ynskt okkum. Men vildi tó ynskt at vit valdu at halda talir fyri hvørjum øðrum.


Hvør tók myndirnar:

OPHfoto

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.:
euphoria – hárfríðkan gjørdi make up og hár. Avera – vælvera í Klaksvík gjørdi negl og eygnahár víðkan.

Hvør gjørdi matin til brúdleypið: Hvør gjørdi brúðarkøkuna: Eigarin av Hotel Nord gjørdi matin og Lisbeth Mørkøre (mostur Helga) gjørdi brúðarkøkuna.

Annað, ið er áhugavert at hava við í greinini, so eru tit vælkomin at skriva tað her:

Eg (Caja) arbeiddi fulla tíð og hevði bert eina viku frí. Alt var stressandi og mátti leggjast til rættist gott. Eg eri sera takksom fyri mínar vinkonur, sum komu allan vegin frá Grønlandi og Danmark. Tær vóru mínar brúðargentur og tær hjálptu sera nógv við øllum. Næstan allir av Helgasa vinmonnum komu eisini at hjálpa við at seta stórt telt upp til brúðarhúsið, ið vit skuldi halda dagin eftir heima hjá okkum. Ógloymandi dagar.

myndir OPHfoto