Framsókn roynir seg aftur við fíggjarpolitiskum regluverki

Uppskotið hevur tvær ferðir áður verið í tinginum í hesum valskeiði

Framsókn vil hava landsstýrið at koma við lóg um fíggjarpolitiskt regluverk.

Uppskot til samtyktar um tað var lagt fram í gjár.

Framsókn sigur, at Búskaparráðið hevur tilmæli um fíggjarpolitiskt regluverk í heystfrágreiðing sínari.

2-3 prosent um árið

Búskaparráðið sigur, at eitt slíkt regluverk skal tryggja, at útreiðslurnar hjá landinum ikki vaksa meira enn tvey-trý prosent um árið, og íløgurnar haldast støðugar.

Landsbankin kom longu í 2010 við serriti um fíggjarpolitisk regluverk. 

Uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk hevur tvær ferðir áður verið í tinginum í hesum valskeiði.

Endamálið við einum fíggjarpolitisk regluverki er stutt sagt at fáa ein skynsaman fíggjarpolitikk, sigur Framsókn.