
Um flokkin:
Framsókn byrjaði sum eitt politiskt átak, ið hevði til endamáls at røra í politisku grýtuni. Politiska skipanin melur í ring og er koyrd føst. Ósemjur og manglandi álit mynda ráðaloysið, sum valdar. Tær broytingar, ið eru neyðugar at gera innan høvuðstættirnar í búskapinum – og sum skulu til, fyri at tryggja okkum vælferðina – verða ikki gjørdar.
Eitt politiskt átak er neyðugt – eitt átak, sum kann savna tær kreftir, sum vilja broytingar og megna at arbeiða tvørturum tey traditionellu politisku mørkini. Eitt átak, sum fer eftir málinum og ikki manninum.
Vit eru sannførd um, at eitt liberalt og tjóðskaparligt átak kann gera munin.
- Framsókn vil, at vinnulív og privata fyritaksemið – tey liberalu virðini – í nógv størri mun sleppa at virka í búskapinum og soleiðis tryggja menning, trivnað og vælferð.
- Framsókn vil, at tað persónliga frælsið – tey liberalu virðini – tryggja tí einstaka rættin til at liva frælst – í tráð við tey mannarættindi, ið eru okkum givin.
- Framsókn vil, at Føroya fólk sjálvt forvinnur tann pening, sum skal til fyri at reka okkara samfelag – vitandi at tað bert er hegni, áræði og ágrýtni, sum kann tryggja okkum, at tað hendir.
- Framsókn vil, at grundhugsjónin undir øllum virksemi í Føroyum – alment sum privat – er grundað á burðardygd.
- Framsókn vil, at Føroyar í nógv størri mun gerast partur av alheimssamfelagnum, og vil beina burtur tær forðingar, sum eru á leiðini.
- Framsókn vil, at fokus verður sett á skúlaverkið og at vit fáa fleiri og hægri útbúgvingar í Føroyum.
- Framsókn vil, at eitt ríkt og fjølbroytt mentanarlív fær góðar umstøður at virka undir.
Les meira um Framsókn her: https://framsokn.fo