Eg búgvi í Nólsoy, ein fitt lítil bygd
Mín heilsa er góð, havi eitt sindur av gikt,
Eg bygdi mær hús bæði vøkur og stór,
Og í kjallarinum hevði eg fredrykk og bjór.
Har bløðrar so lystiga, angar av ger
Tað søtur musikkur í oyrunum er
Tað smakkar av rennu og flóri í senn,
Men kenning tað” evur til kvinnur og menn.
Hvat fredrykkur er skal eg nú siga frá,
ein leskiligur drykkur, sum froða er á,
tak sukur og vatn, lat so súrdeiggi í,
sum smakk eina skrá og súrepli trý.
Einkaggi av løgi hjá mær var í ger
hann aftan kaminuna væl goymdur er,
ein lenistól hevði standandi hjá,
og eitt pottamál so eg kundi smakka mær á.
Ein dagin eg just hevði oyst mær uppí,
tveir ókunnuenn út úr Havn komu túr,
eg beyð teimum fredrykk og eina bita av skrá,
men teir stoyttu mær kaggan útí eina á.
Í vár bleiv eg giftur og tað var eitt skil
hon ruddaði kjallaran, men eg helt meg til,
eg bjargaði kagganum og stólinum við,
eitt høsnarhús er múmittfriðareksil.