





Jógvan Kristiansen, sum er sjómaður og Joan Mohr, sum er miðnámsskúlalærarinna giftust 3. septembur 2022 í Fuglafjarðarkirkju.
Vígslan var hátíðarlig og vøkur við eini fantastiskari talu frá Meinhardi Bjartalíð. Hon fór beint í hjartað.
Vit høvdu eina móttøku, sum nógv var gjørt burturúr – eitt tilvitað val. Vit eru ikki heilt ung longur (vil tó ikki kalla okkum gomul), og tímdu tískil ikki eitt brúdleyp, har fólk skuldu sita í fleiri tímar og lurta eftir langum talum. Vit vildu nakað annað. So vit valdu pinnamat frá Gepetto í Klaksvík, køkur frá Mariettu í Klaksvík og Jens Marna at spæla og syngja.




Av tí sama minglaðu fólk og prátaðu. Eg haldi, at tað eydnaðist væl og fólk lótu væl at. Hølið pyntaði Rebecca Rógvadóttir úr Klaksvík, hon pyntaði m.a. við teimum eyðkendu ballónunum. Eisini brúkti hon ótrúliga vakrar blómur frá Várperlu í Runavík. Aftaná hugnaðu vit okkum saman við nøkrum heilt fáum vinfólkum heima við hús – perfekt!






Vit spyrja, tit svara:
Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?
Hann fríggjaði. Detaljurnar eru loyniligar…he he he!
Men vit hava eina sera fitta søgu. Vit vóru par fyri 20 árum síðani. Hann var mín fyrsti sjeikur og eg hansara fyrsta dama. Síðani møttust vit aftur 20 ár seinni. So um hugtøkini ‘tann einasti eini’ og ‘meant to be’ finnast, so gjørdu tey seg galdandi í okkara føri.
Hvussu reageraði tú tá hann fór niður á knæ?
Eg bleiv kløkk, djúpt rørd og ótrúliga glað. Eg havi annars altíð sagt, at eg ætlaði aldrin at giftast, men mangt broytist og eg kundi ikki siga nei til ein sum hann.
Hvussu nógvir gestir høvdu tit til veitsluna? Yvir 300



Hvar var vígslan? Fuglafjarðar Kirkja





Veitslan varð hildin: Á Miðnámsskúlanum á Kambsdali, sum endaði við at vera ætlan nummar 30, um man kann siga tað so.
Var tað veitsla fyri innbodnum, opið hús ella vælkomst við tilmelding? Vælkomst við tilmelding!
Fíggjarætlan: Vit ætlaðu okkum ikki at spara uppá nakað. Vit ynsktu okkum ein góðan dag saman við øllum teimum, ið høvdu hug at hátíðarhalda dagin saman við okkum.
Brúðarkjólin: Kjólin varð keyptur ígjøgnum Brúðarlín, har Irdi gav mær bæði góða og professionella hjálp. Hann kom allan vegin úr Amerika, og so var hann eisini tann einasti eini eftir av sínum slag. Hann sat sum stoyptur – ótrúligt!
Skógvarnir vóru bláir. Tey, sum kenna meg, blivu nokk ikki kløkk! Eg elski blátt! Teir komu eisini úr Amerika.


Klæðini hjá brúðgóminum: Klædningin keyptu vit frá Skálki í Runavík og bróðurdóttir mín keypti eina kongabláa sloyfu í Danmark.

Tað besta við degnum: Ringt at velja nakað ávíst burturúr. Alt riggaði so væl og øll vóru so fantastisk. Men løtan í kirkjuni var sjálvandi heilt serlig. Myndirnar frá Eyðbjørn eru vit eisini sera sera takksom fyri, sum jú gera dagin ævigan.

Brúðarferðin: Hana goyma vit til eina aðra ferð. Vit ætla okkum til París.
Eitt gott ráð til komandi brúðarpør: Slappa av, njótið dagin og gerið júst tað, sum tit hava hug til. Vit vistu heldur ikki, hvussu okkara ‘nakrar tímar langa minglimóttøka’ fór at spæla av, men hon var perfekt fyri okkum.
Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt? Nei!
Hvør tók myndirnar? Eybjørn/Eydbii Myndir. Hann dugir so fantastiska væl. Hann fekk okkum ikki bert at føla okkum væl, men hann fekk enntá okkara 4 dreingir
at tíma at posera og tað heila. Vit eru so glað fyri myndirnar.
Hvør gjørdi hár, makeup, negl o.s.fr.? Hárið gjørdi Kartin Høgnesen, sum eg havi gjørt hárið hjá alt mítt lív. Hann veit júst, hvat mær dámar, so eg føldi meg totalt tryggan í hansara hondum. Tað var eisini so hugnaligt at sita og drekka kaffi saman við honum tíðliga handan morgunin. Durita í Avera í Klaksvík gjørdi neglirnar, nakað er nakað, ið eg aldrin havi roynt fyrr. Tað fari eg heilt sikkurt at royna aftur. Eg havi ongantíð havt so flottar negl fyrr.
Hevur tú nakað at leggja afturat?
Ja, ein, sum gjørdi dagin serliga góðan fyri okkum, var mín fantastiska fitta og hjartagóða grannkona, Magna. Hon stóð fyri so at siga øllum á sjálvum degnum. Takk er eitt fátækt orð, men vit høvdu ikki klára okkum uttan hana.