Gift kona og sápudrotning

So var 18. juli endiliga her! Seinastu mánaðirnar hevur tankin um hendan dagin givið mær irritatiónir, sorg, gjørt meg fróða, alt í einum ellubita. Alt hetta vegna korona og av óvissuni, ið fylgdi við. 

Vit avlýstu brúðarveitsluna tíðliga í ár vegna korona, tó ikki brúdleypið sjálvt. 

Hetta er orsøkin til at eg ikki havi bloggað, tí eg visti ikki við vissu, um brúdleypið fór at henda 18. juli. Tó kann eg siga við takksemi og gleði, at vit nú eru gift.

Bloggurin í dag handlar um brúðarsvituna á Hafnia. Vit høvdu eina frálíka uppliving og hevur tað uppiborðið sítt egna blogg innlegg.

Vit valdu Hafnia beinanvegin tá vit byrjaðu at planleggja brúdleypið, tí vit høvdu verið runt á hotellum í Tórshavn og vitja svitir síðsta summar. Svitan sum talaði mest til okkara, uttan iva, var tann hjá Hafnia.

Myndir: OPHfoto

Tá vit komu á hotellið eftir okkara veitslu klokkan 2 um náttina, bíløgdu vit eina eyka nátt beinan vegin. Eingin kjansur, at vit bert fingu nakrar tímar svøvn og so beint út aftur á gøtuna. Hetta mátti njótast, nú vit høvdu møguleikan. Tað var besta avgerðin í langa tíð. Vit vóru útlúgvað eftir nógvar vikur av hurli um burli, óvissu um alt, nógvar avlýstar flogbillettir, pakka húsini niður og senda alt til Føroyar osfr. Eisini vóru vit móð av tí, sum krevst av einum at koma heim til Føroyar eftir eitt ár, at heilsa uppá fólk og síðani at planleggja brúdleypið. Vit sovnaðu beinan vegin í heimsins lekkrastu song!

Myndir: OPHfoto

Brádliga vera vit vakt av einum banki á dyrnar. Píka! Tað var morgun, og morgunmaturin stóð klárur á borðinum í hinum rúminum í svituni. Tjúkka morgunkápan var kastaður á og har stendur lekkur og heitur morgunmatur við nýbryggjaðum kaffi. Egg, bacon, bollar, breyð og viðskeri – Wauw!

Ímeðan vit sita har og práta, leggja vit veruliga merki til hvussu rúmlig svitan er. Sum ein íbúð. 

Tað allar besta við svituni, var baðirúmið. Altso, altso, altso tað var lekkurt. Fyri tað fyrsta verður man blendaður av vakurleikanum, tí baðirúmið er GULL. Fyri tað næsta verður man tikin av bóli, tí har er eitt risastórt gosbað. Fyri tað triðja, passa tað eini 5 fólk inn í brúsuna og hevur hon genialt trýst. Fyri tað fjóra – útsýnið er yvirdrivið vakurt og sóu vit alla Havnina, eisini Havnar kirkju, har vit vórðu gift.

Eftir morgunmatin fór eg beint at royna gosbaðið. Eg fór ikki úr tí aftur! Sápubløðrunar vuksu uppum mítt høvd og eg føldi meg brádliga sum eina sápudrotning! Eftir tað fór baðikápin á aftur og eg lá í lekkrastu song og hugdi eftir netflix í fleiri tímar. Tá vit vóru svong ringdi vit oman í móttøkuna og bóðu um at fáa tveir tallerkar við nachos uppá. Tað var gamaní og teir vóru har innan 20 minuttir. 

Næsta morgunin ruddaðu vit upp og fóru síðani oman til morgunmat. Bufféin er fantastiska lekkur og hevur stórt úrval. Eg slapp at gera mín lívrætt – nýbakaðar vafflur.

Fyrst og fremst eru vit ekstremt glað og takksom fyri at vit kundu giftast 18. juli, sum hevur verið ætlanin allatíð. Annars var upplivingin á Hafnia topclass! Vit viðmæla tykkum, ið giftast ella ið vilja forkelað makan, at royna hetta. 

Takk fyri Hotel Hafnia!

Mona

Mona Breckmann Wescott

Mona Breckmann Wescott er sálarfrøðilesandi og sjálvstøðug vinnurekandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og einari dóttir. Mona hevur rikið fyritøkuna Mona Fitness og Mona Solo seinastu seks árini, har hon hevur vegleitt yvir 1000 kundum ígjøgnum persónliga venjing og lívsstílsbroyting.

Monu dámar væl íverksetan, marknaðarføring, nýggj hugskot og alt sum hevur nakað við menning av sálarliga- og likamligaheilsu at gera.