Glaze: Als ikki so torført sum tað sær út til

Innan bakstur er glaze tað heilt stóra í løtuni. Her sært tú hvussu tú gert tað

Tá tað verður tosað um móta, hugsa tey flestu nokk um klæðir, men faktiskt finnist móti eisini innan bakstur og matgerð. Í baksturverðini er glaze tað heilt stóra í løtuni. Ein køka sum er yvirtrekt við glaze, sær ótrúliga snøgg út, og allarhelst hugsa tey flestu, at hattar er sera torført at gera. Men tað er als ikki so torført, sum tað sær út at vera.

Í samstarvi við Koppur og Kanna, sum nú eru farin at selja glaze og ymiskt annað, ið kann nýtast til glazekøkur, fari eg at vísa tykkum, hvussu einfalt tað kann vera at gera eina køku við glaze.

Tað er sera umráðandi, at køkan er fryst, tá ið glaze verður koyrt á, og tá er hesin formurin fra silikomart perfektur at nýta.

Finn eina lekkra moussé uppskrift, sum passar til eina køku, sum er umleið 22 cm. Tó ikki ein moussé, sum inniheldur pískaðar eggjahvítar, tí tá koma ov nógvar luftbløðrur í, og tað er ikki gott, tá glaze skal á. Ger so ein lekkran botn, ið hóskar væl til. Botnurin skal vera umleið 16 cm.

Eg gjørdi jarðberja/rabarbu moussé við einum browniebotni til.

Koyr moussé í formin og síðani botnin. Tað er nemmast, um botnurin er frystur, og ikki ov tjúkkur/tungur. Køkan skal frystast og skal vera í frystaranum í minsta lagið fýra tímar, enn betur alla náttina. Eg lati altíð køkuna standa í køliskápinum í ein tíma, áðrenn eg koyri hana í frystaran.

Nú er tíð at gera Glaze, og tá eru hesi tingini góð at hava:

Stavblendara
Høgt ílat
Hitamátara
Vekt

Uppskriftin stendur stutt og greitt á dósini, og tað er akkurát soleiðis man ger.

Byrja við at leggja límbløð á blot í køldum vatni.
Hita sukur og mjólk til tað næstan kemur upp á kók.
Smelta límbløðini í tí heitu mjólkini.

Koyr hvítu sjokolátuna í eitt høgt ílat, og stoyt síðani heitu mjólkina útyvir.

Koyr pastafarvu í (eg koyrdi nokkso nógva farvu í) og blenda tað varisliga saman. Tað er sera týdningarmikið, at ansa eftir luftbløðrum. Koyr blendaran á skák niður í og halt hann nirði í botninum, meðan tað verður blendað.

Stoyt nú títt “kage glaze” niður í og blenda aftur.

Set hitamátaran niður í, og gjarna film niður á eisini. Hitin skal niður á umleið 40 gradir.
Ger klárt at koyra glaze á køkuna.
Eg legði film á borðið og brúkti eina krukku at seta køkuna á.
Tak køkuna úr frystaranum beint áðrenn glaze skal á, og set hana á krukkuna.
Tá glaze er komið niður á uml. 40 gradir, stoytir tú tað útyvur køkuna.

Fjerna droparnar undir køkuni og flyt køkuna yvir á eitt fat.

Pakka restina av glaze’inum inn ella koyr tað í eitt ílat, og set tað kalt ella í frystaran. Tá ið tú ynskir at nýta títt glaze aftur, hitar tú tað spakuliga upp aftur í mikroovni ella við vatnbaði.

Nú er tíð at pynta køkuna, og her er tað bert hugflogið, ið setur mørk. Eg valdi at gera tað lætt. Eg bakaði marengstoppar frammanundan og pyntaði við tí.

Vælgagnist

Um meg:

Eg eiti Heidi Nónklett Andersen, eri gift við Jóhann Andersen, og vit eiga 6 børn í aldrunum 1-16 ár. Eg bleiv útbúgvin sum kondittari í 2009, og arbeiði dagliga sum kondittari hjá Amarant í Klaksvík. Eisini baki eg og geri ymiskar køkur við hús.

Eg deili tað mesta á Instagram og Facebooksíðunum hjá mær fyri at geva íblástur til onnur. Á sweetly.bynonklett leggi eg myndir út og deili uppskriftir, sum eru nemmar og líka til. Eisini havi eg eina føroyska síðu, sum eitur Søtliga, ið er mest ætla føroyingum, ið kundu hugsað sær okkurt søtt til góman frá mær