Skulu vit bjóða børnunum hjá familjuni og vinunum við til okkara brúdleyp? Tað er mangan ein sera torfør avgerð at taka hjá einum brúðarpari.
Mangan (um foreldrini, brúðarpar og børn grípa tað rætt av) kann tað vera heilt framúrskarandi við børnum til eitt brúdleyp. Tey kunnu vera keldan til nógvan stuttleika og látur gjøgnum dagin – ímynda tær ein lítlan drong, sum vísur síni bestu dansi trin á gólvinum. Ella eina lítla fitta blómugentu í einum hvítum kjóla, sum gongur runt og hugnar sær millum allar gestirnar.
Mega fitt!
Trupulleikin kann tíverri vera tá tey skulu sita friðalig og hetta virkar fyri tey sum ein ævinleiki. Baði í kirkjuni, undir móttøkuni og avgjørt eisini undir døgurðanum.
Tey smáðu børnini skulu eisini hava nógv tolsemi undir myndatøkuni og skulu vera friðarlig undir talum.
Hetta kann enda rættiliga ringt, við at tey verða fornerma og firtin, men tað kann eisini enda væl við at tey hugna sær.
Tað allar fyrsta tit sum brúðarpar skulu gera, er at gera av um børn eru boðin við til brúdleypið ella ikki. So skjótt, sum innbjóðingarnar eru sendar út, vilja gestirnar spyrja um hetta – tað er umráðandi at vera tilreiðar við rætta svarinum.
So tit ikki kenna tykkum ófyrireikaði og tí vilja tit kanska koma við einum fór skjótum og skeivum svarið. Tað er eisini týdnikarmikið at tit baði eru samd í hesum valinum, enntá áðrenn innbjóðingarnar vera handaðar til gestirnar.
Um tit hava ráðlagt tykkum at hava eitt hátíðarligt brúdleyp mugu tit umhugsa enn eina ferð um tað er áhugavert fyri børnini at lutakað í degnum, ella um tey hava tað betur við at fáa eina barnagentu at ansað teimum heima.
Tað kann eisini hjálpa um foreldrini hava ein betur dag, um tey ikki skulu hyggja eftir teirra børnum, sum keða seg og tí finna uppá nakað keðiligt.
Man kann møguliga hava børnini við í kirkjuni og móttøkuna og so kunnu tey vera send eitt annað stað tá døgurðin byrjar – tað eru nógvar tímar fyri børn at sita við eitt borð og mangan halda tey als ikki hetta er áhugavert.
Harafturímóti er kirkjan og móttøkan fyri summi børn ein stór hending at fáa loyvi at vera ein partur av.
Syrg fyri at vera SERA týðilig í tykkara innbjóðingum, um børn eru boðin við ella ikki. Skriva evt. nakað í stíl við
“sjálvt um vit elska tykkara børn, ynskja vit at hesin dagurin skal vera fyri vaksnum” ella “vit gleða okkum at síggja tykkum øll – eisini tey heilt smáðu”
Um tit avgerða tykkum at bjóða børnum við til tykkara brúdleyp, eru her:
7 góð ráð til hvussu tit øll fáa tann besta dagin.
- Tann besti mátin at tryggja at dagurin verður ein væleydnaður dagur baði fyri foreldur, brúðarparinum, vinfólki og børnum er at vera fyrireika.
1. fyrireiking til kirkjuna
Skulu børnini vera blómugentur ella blómudreingir og ganga inn framman fyri brúðrina, er tað eitt gótt hugskot at venja inngongdina áðrenn brúðardagin.
Bið øll møta nakrar dagar áðrenn at venja inngongdina, so tit eru 100% klár og tað er, sum tað skal vera á degnum.
Tað gevur børnunum ein stóran tryggleika at vita akkurát hvat tað er, sum skal henda og hvat væntast av teimum. Á hendan mátan er vandin fyri at tey brádliga nokta at ganga inn nógv smærri.
2. Konfetti ella sápubløðrur
Konfetti er mangan ringt fyri umhvørvi, men man kann fáa umhvørvis vinarligt konfetti, rósubløð ella sápubløðrur, sum ein góðan valmøguleika.
Tað plagar børnum mangan at dáma sera væl í øllum aldrum.
3. Staðseting við borðinum
Hugsa um at finna eina barnavinarliga staðseting til børnini við døgurðaborði ella móttøkuna.
Tað kann annaðhvørt vera í fanginum hjá foreldrunum, í einum barnastóli á einum teppi ella á gólvinum við fótinum hjá foreldrunum.
4. Ítrivspakkar
Gerð ítrivspakkar til børnini við farvum, málubøkrum, klisturmerkir, góðgætið, sápubløðrur ella hvat tit nú kunnu finna uppá – bert hugflogið setur mark.
Skriva teirra nøvn á pakkarnar og gev teimum hann tá ið tey koma til móttøkuna. Hetta vil heilt víst aktivera tey í eitt sindur av tíð og tað gerð sum tey kenna seg vælkomnan og ein part av tiltakinum.
5. Barnavinarlig matskráð
Sirg fyri at tað er onkur matur, ið er barnavinarligur. Tá børn eru mett og væl sett, eru tey eisini í góðum lag.
Tá ið børn eru í góðum lag, ger hetta eisini at foreldrini eisini eru glað – hetta er víst grund nógmikið til hetta 🙂
6. Andlitsmáling
Andlitsmáling er altíð vælumtókt hjá børnum í øllum aldrum. Fá ein dugnaligan andlitsmálara til at koma og málað børnini meðan móttøkan er.
Tað undirheldur børnini og gevur eitt eyka tvist til tykkara brúdleyp.
Syrg fyri at børnini ikki fáa máling útum teirra og onnur’sa klæðir áðrenn málingin er turr.
7. Eitt friðarligt rúm til børn og foreldur
Bílegg eitt eyka rúm til foreldur, har tey kunnu taka teirra børn inn, at fáa eitt sindur av róð. Her kunnu tey eisini leggjast um tað verður neyðugt.
Man kann brúka rúmið til at geva bróst, skifta blæður, og tey, ið eru eitt sindur størri kunnu koma inn at fáa sindur av friði um tað verður ov nógv inni í veitsluni.
Eitt sjónvarp ella nakrar iPads eru perfektar í hesum friðarliga rúminum.
Ein góður Disney filmur kann fáa tey flestu børn at slappa av aftaná ein sera langan og innihaldsríkan dag.
:

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.