Góð ráð til at handfara regn á brúðardegnum

Til seinast, men avgjørt ikki minst: Tað er bara regn! Minnist til at vera jalig. Ístaðin fyri at gerast kedd ella skuffaði um at tað regnar, veljið heldur at taka ímóti tí við einum smíli ella enn betur: Fáið tykkum eitt gott flenn.

Tá avgerðin um at giftast er tikin, er nógv, ið skal fyrireikast. Av natúr eru vit menniskju sera stýrandi. Vit ynskja at stýra øllum. Tá brúdleyp skulu fyrireikast, gera vit tí sum oftast listar yvir alt, ið vit skulu hava stýr á og minnast til. Listar til okkum sjálvi, listar til makan, listar til okkara hjálparar, o.s.fr. Og vit royna at fylgja teimum so gott sum gjørligt, soleiðis at vit sleppa undan onkrum, sum vit ikki høvdu væntað ella fyrireika okkum uppá. MEN…nú er lívið (tíbetur, sum oftast) gjørt soleiðis, at vit ikki kunnu hava tamarhald á øllum. Eitt tað størsta av tí er: Veðrið! Vit hvørki kunnu ella skulu stýra veðrinum, men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu vera fyrireikaði uppá alt slag av veðrið. Serliga í Føroyum, har vit hava sera nógvar regndagar – eisini um várið og summarið – kunnu vit ongantíð vera vís í, at tað ikki fer at regna júst á okkara brúðardegi. Tí er tað sera gott, um vit eru fyrireikaði uppá tað, soleiðis at vit ikki enda við at verða skuffaði á okkara brúðardegi og tíðina eftir, tá vit fara at hugsa aftur á stóra dagin.

Við hesari greinini vilja vit tí hjálpa tykkum við at fyrireika tykkum uppá tað óvæntaða (ella ofta væntaða í Føroyum) og geva tykkum nøkur góð hugskot, soleiðis at regnið enntá kann koma tykkum til fyrimunar.

Keyp vøkur regnskjól

Keyp regnskjól, sum t.d. eru klár/gjøgnumskygd, hvít, tjóðarbúnamynstur ella annað, sum tit dáma. Minst bert til, at viðvíkjandi myndatøku, eru klár regnskjól at fyritrekkja, tí tey geva ikki skuggar og sjálvandi, at mann sær ígjøgnum tey. Keypið í minsta lagið 1-2 regnskjól (til tykkum), men um tit hava uttandura vígslu, er best, um tit keypa til gestirnir eisini. Soleiðis sleppa tit eisini undan, at gestirnir sjálvir hava tikið síni egnu regnskjól við, sum øll eru ymisk í litum, og myndirnar harvið gerast minni penar.

Við teimum kláru regnskjólunum síggjast bæði tit og gestirnir ígjøgnum, soleiðis at tit øll síggjast á myndunum, óansæð hvønn vinkul myndafólkið tekur myndina frá.

Keyp ella leiða veitslutelt

Hava tit avgjørt at halda veitsluna uttandura, er tað eitt gott hugskot at keypa ella leiga veitslutelt. Eisini sjálvt um veitslan er um summarið, kann tað vera ov “risky” at hava veitsluna uttandura uttan eina “B-ætlan”.

Um tit hava pláss til tað, kunnu tit hava ein part av garðinum gjørdan kláran uttan veitslutelt og ein part við veitslutelt. Um so er, at tit hava valt tað tryggu loysnuna við at hava veitsluna innandura, er tað kortini eitt gott hugskot hava eitt lítið veitslutelt uttanfyri til tey, sum roykja. Ger tað gjarna eitt sindur hugnaligt við stearinljósum/lyktum/ljósperum, men tó ikki alt ov hugnaligt, sum td. við stólum/bonkum, soleiðis at tit ikki fáa fólkini inn aftur í veruliga veitsluhølið.