Tá talan er um brúdleyp og brúdleyps ráðlegging, er tað oftani brúðurin, ið er miðpunkt. Man sær ofta í filmum, at kvinnan sigur okkurt í stíl við, at hon hevur lagt henda dag til rættis síðani hon var smágenta, og tí halda vit kanska, at hetta fyrst og fremst, er dagurin hjá brúðrini.
Tá talan er um brúdleyp og brúdleyps ráðlegging, er tað mangan brúðurin, ið er miðpunktið.
Man sær ofta í filmum, at kvinnan sigur okkurt í stíl við, at hon hevur lagt henda dag til rættis síðani hon var smágenta, og tí halda vit kanska, at hetta fyrst og fremst, er dagurin hjá brúðrini.

Hvørjum skal brúðgómurin
standa fyri?
Tí kann tað fyri brúðgómin kennast sum, at hann skal fylgja við av síðulinjuni ímeðan avgerðirnar verða tiknar.
Hesin passivitetur er als ikki neyðugur, tá talan er um brúdleypsráðlegging.
Tað kann í roynd og veru gerast ein stuttlig uppliving fyri brúðgómin at verða ein aktivur partur í ráðleggingini.
Hvørjum skal brúðgómurin standa fyri ?
Minst til at heinta ringarnar og at heinta ringarnar einar 2-3 vikur áðrenn brúdleypsdagin. Kanna eftir um alt er sum tað skal vera, og um tað ikki er, er tíð til at ornað tað.

- Brúðgómurn skal sjálvur gera av, hvørji klæðir hann skal í á hesum stóra degi. Sjálvandi kann hetta gerast í samráð við brúðrina, men í síðsta enda er hetta avgerðin hjá brúðgóminum. Minst til, at hetta eisini er tín stóri dagur, tí er týdningarmikið, at tú velur klæðir, sum tú følir teg væl í.

- Keyp skógvar í góðari tí, og syrg fyri at ganga teir til. Hetta kemur at verða ein laaangur dagur, so tú ynskir ikki at skógvarnir skulu gnaga.

- Tað er heilt upp til tín at finna eina morgungávu til brúðrina. (Ein morgungáva er ein gáva í brúðarparið gevur hvørjum ørðum, morgunin eftir brúdleypið.)
- Um tú skal klippast er smart, at hetta verður gjørt umleið eina viku áðrenn stóra dagin, so hárið nær at ’fella uppá pláss’ og ikki sær so nýklipt út.
- Dagin fyri brúdleypið skal tú sikkra tær, at alt er klárt. Klæðini, slipsið, vesturin og skjúrtan skal vera strokin. Um tú skalt í føroysk klæðir, skal silvurið verða pussað og ringarnir leggjast fram, so teir ikki verða gloymdir eftir. Eisini skal brúðgómurin ringja til blómuhandilin viðvíkjandi brúðarbukettini og knappaholsblómunum, so hesar verða koyrdar til rætt stað.
- Á sjálvum degnum, send eina gávu og eina romantiska heilsan til brúðrina. Tað nýtist ikki at verða nakað stórt. Tað kann vera ein fløska av champagnu til hennara og teirra, sum hjálpa henni við at gera seg klára.
- Tá tú kemur í kirkjuna, bjóða tá mammu tíni armin hjá tær og fylg henni til hennara pláss. Hetta verður ein heilt serlig móður/sonur løta fyri tykkum á hesum stóra degi.
Eftir er bert at anda djúpt nakrar ferðir og bíða til hurðarnar verða latnar upp, og komandi kona tín kemur gangandi inn eftir kirkjugólvinum.