Tá nýggjur køkur skal keypast, er nógv at taka støðu til.
Hetta kann vera ørkymlandi. T.d. kunnu spurningar taka seg upp sum: “hvar skal køkurin keypast frá?, hvat merki skal hann vera? og hvussu nógv skal hann kosta?” Tað spælir sjálvandi ein stóran leiklut, hvussu stór tykkara fíggjarætlan er, tí jú størri fíggjarætlanin er, jú fleiri av hesum “must have”, ið vit fara vísa á í blogginum kanst tú fáa við tín køk.
Óansæð um fíggjarætlanin er lítil ella stór, eru hesi tingini hent at vita.
Hetta ger tað lættari, tá tú næstu ferð skalt keypa, ella um tú nú ert í tí tilgongdini at keypa nýggjan køk.
Nr. 1 “must have” er heilt víst Quookarin, tí at hann er fantastiskur.
Tað eru ymisk sløg av Quookarum. Summir hava bert kókandi vatn, summir hava eisini kalt, heit vatn og eina slangu, sum kann takast út. Hesir Quookarinir, sum eisini hava slangu í og kunnu nýtast sum vanligur krani eisini, síggja nógv snøggari út, tí tá nýtist mann ikki at hava tveir kranar við vaski, men bert ein. Hetta ger tað eisini lættari, tá tú skalt gera reint.
Quookarin hevur við sær, at tú at sparir streym. Hetta tí, at tað er bíligari at nýta quookarin enn at tendra ketilin, tí tá verður oftan meira vatn kókað, enn tað verður nýtt. Um tit eru ein barnafamilja, so er quookarin eisini fantastiskur at nýta til at reingerða suttur- og suttufløskur uppá stutta tíð. Quookarin er eisini hentur, tá ið tú skalt hava bindiklubb ella tá ið vinir koma forbí, tí at te’ið kann verða gjørt beinanvegin og tú nýtist ikki at bíða til at ketilin er kókaður. Hann er eisini sera góður, tá ið grýtur, pannur og bakiplátur skulu reingerðast og tað er torført at fáa tað skitna av. Mann kann upploysa skittin við heitum vatni, soleiðis, at tað er lættari at gera reint, tí at tað tekur styttri tíð at vaska upp.
Nr.2 “must have” eru tveir ovnar. Hetta er sera hent og deiligt at hava. Eini góð ráð eru, at annar av hesum ovnunum skal vera ein kombiovnur. Hetta merkir, at hann kann nýtast til mikroovn eisini. Hetta er sera hent, tí at so nýtist tú ikki eisini at brúka pláss til at hava mikroovnin standandi frammi á borðplátuni, og so fært tú alt í einum og meira borðpláss. Tað er sera tídningarmikið at minnast til at seta ovnarnar í arbeiðshædd og at teir skulu vera sjálvreinsandi. Hetta merkir at tú ikki nýtist at reingerða teir og tað er eisini “eitt must”, tí hví brúka tíð at reingerða lutir, sum kunnu reingerðast av sær sjálvum? Ovnarnir, ið eru sjálvreinsandi, kosta eitt sindur meira, men tú verður glaðari í longdini, at tú ikki nýtist at reingerða teir og hetta er 100% pengingin verdan.
Tað góða við at hava tveir ovnar er eisini, at tú kanst nýta ein til at langtíðarsteikja eina steik í og hin til at gera rómaepli ella baka eina kaku, sum skal nýtast til dessertina, soleiðis at tú fært mest burturúr, tá ið tú ert í køkinum og gert mat.
Nr. 3 “must have” er heilt sikkurt ein innbygd eymhetta í loftinum. Hetta hevur so stóran týdning fyri rúmligheitina inni í køkinum. Tað jaliga við at hava eina innbygda eymhettu er, at einki skal reingerðast og at tú ikki kemur at smekka høvdið í eymhettuna, hvørja ferð tú stendur og skal røra í
grýtunum. Tað er eisini sera gott at kanna, hvussu hart eymhettan ljóðar áðrenn tú keypir hana, tí summar eymhettur kunnu larma sera hart, at tað er næstan ikki inniverðandi, tá hon verður tendrað, tí er tað er tídnikarmikið at velja eina friðarliga eymhettu, ið ikki larmar ov nógv.
Taka vit t.d. fyrru myndina har eymhettan ikki er innbygd í loftinum, tykist rúmið ikki so luftigt og stórt sum á seinnu myndini, har tey hava eina innbygda eymhettu. Innbygda eymhettan tekur ikki nógv pláss og rúmið virkar nógv meira rúmligt og tí er tað týdningarmikið, at velja røttu eymhettuna.
Nr. 4 “must have” er at velja eina stóra kókiplátu og stórt vask. Tað er sera iriterandi, tá ið kókiplátan er ov lítil, at tað ikki er pláss til at kóka epilini, gularøturnar og gera sósinina í senn, so minnist til at velja eina stóra bakiplátu. Tær vanligu eru 60×60 og tær størru eru 60×80 og tær kunnu heilt víst viðmælast, um tit eru ein barnafamilja ella meira enn tvey fólk.
Tað er hent at hava eitt stórt og fýrakantað vask, tí so kanst tú fáa eina heila plátu frá bakarovninum beinleiðisniður í vaskið og hetta ger tað nógv lættari at reingerða tað aftaná, at tú hevur bakað eina køku.
kókipláta 60×60 kókipláta 60×80
Nr. 5 “must have” er nógv borðpláss og nógvar stikkkontaktir inni í køkinum. Ofta hugsar man ikki um, hvussu týdningarmikið tað er við hesum, men kontaktir skulu vera klárar til allar køksmaskinurnar, hvirlurnar, ketilin (um tú ikki velur at keypa quookaran), kaffimaskinuna, pískaran og tað er eisini hent at hava eina eyka stikkkontakt, soleiðis, at tú kanst løða fartelefonina inni í køkinum, meðan tú t.d. bakar kakuna.
Nr. 6 “must have” er sjálvandi ein uppvaskimaskina. Eg haldi at øll, sum hava búð á kollegie, kunnu vera samd við mær í, hvussu irreterandi tað er, tá ið eingin uppvaskimaskina er í køkinum og alt skal vaskast upp við hond. Alla hesa tíðina kann ein uppvaskimaskina spara tær.
Eitt annað smart er, at tú kanst velja at hava hana inni í einum av skápinum, soleiðis, at man ikki sær hana, men at tað bert sær út sum ein køksskáp.
“Must have” í nýggja køkinum:
- Quookara
- 2 bakiovnar – ein kombiovnur og skal vera sjálvreinsandi.
- Innbygda eymhettu
- Stóra kókiplátu 60×80
- Nógvar stikkkontaktir
- Stórt vask
- Nógv borðpláss
- Uppvaskimaskinu
Eini onnur góð ráð í sambandi við køkin eru, at tú hevur uppvaskimaskinu, vask, skáp og gløs/koppar so tætt við hvørt annað sum møguligt, tí at hetta ger dagligdagin í køkinum nógv lættari, tá man skal vaska upp.
Um tú ert lám er eini góð ráð, at velja, at hava uppvaskimaskinuna høgrumegin. Hetta er sera týdnikarmikið, tí tá ið tú vaskar upp, kanst tú seta frá tær við høgru síðu.
Vónandi kunnu nøkur av hesum ráðunum hjálpa tykkum næstu ferð, tá ið skulu keypa køk ella endurnýggja tykkara køk.

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.