Tað er javnan, at eg um middagstíð standi við køliskápið og hyggi inn og hugsi:
Hvat lekkurt kann eg fáa mær í dag annað enn breyð við viðskera, sum eg nærum annars altíð etið. Í síðstu viku royndi eg eina nýggja uppskrift við royktum laksi frá Bakkafrost, sum eydnaðist sera væl. Tað var lekkurt at seta seg til borðs og eta eina heilsugóða, litríka og vælsmakkandi froskost.
1 Klap-samman
Tilfar:
2 grønar pannukøkur
40 g royktum osti (rygeost)
80 g royktum laksi
2-3 piparfruktsringar
Eitt sindur av karsi
Smyr tann roykta ostin á pannukøkurnar. Legg tann roykta laksin og piparfruktringarnar omaná og pynta við karsi. Legg eina pannukøkina omaná tað heila, so at tú fært ein klap-sammen.

Grønar Pannukøkur
8 pannukøkur
Tilfar:
1 lítið brokkoli
1 neva av baby spinat
100 g halloumi ella grillosti
1 dl nøtum (heslinøtur, mandlur, valnøtukjarnur)
1 fet hvítleyk
1 lítlan neva av bjarnaleyk
1 lítlan neva av frískari persillu
2 egg
1 ss. loppufræskøl
Salt og pipar
Sker brokkoli í smá tyssir. Brúka eisini brokkoli stavin. Koyr alt tilfarið í eina hvirlu og blend alt saman, inntil tað blívur til eitt grønt samanhengandi deiggj. Set ovnin á 170°. Forma deiggið til smáar flatar bollar, og legg teir á eina bakarovnsplátu við bakipapíri á. Trýst bollarnar flatar, sum teir blíva pannukøkuskapaðir. Baka pannukøkurnar í 20 min. Tak tær úr ovninum og lat pannukøkurnar kølna áðrenn tú tekur tær av bakipapírinum.

Rannvá Djurholm Graham
Rannvá Djurholm Graham er útbúgvin Bachelor in Business Analysis í Nýslæandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og sínum trimum synum. Í løtuni er Rannvá í barsil, men starvast vanliga sum bókhaldari.