Hann, sum etur fleskasteik
og stórar kotelettir.
Hann er eitt bítt og dovið eitt
og darlar altíð eftir
Men…
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtur,
hagaber og krákuber
og hvítkál og persillu.
Hann fær so passaligaligt í búkin,
strálar sum ein sól um grúkin,
lættur upp á sporið,
at tú vildi tað forsvorið.
Teir, sum slúka alt í senn
og eta sínar vinir,
teir fáa allir ringar tenn
og verða altíð linir.
Men…
Hann, sum etur gularøtur,
rugmjølsdrýl og piparnøtur,
hagaber og krákuber
og hvítkál og persillu.
Hann er okey, fær øll at grína,
aldri vil hann vinir pína
og fær góðar tenn at skína
sum hjá krokudillu.