Vit hugsa óivað øll í heilum hvat vit skulu eta til nátturða og hvussu leingi tað tekur at tilgerða.
Mangan havi eg hugsað, nei eg bíleggi heldur okkurt, tí tað er lætt, og so skal eg ikki hugsa um nakað. Men í tí stóri heildini, so er hetta oftast dýrari og ikki heilsugott.
Her í blogginum fáa tit eina sera góða einfalda uppskrift, sum er perfekt at gera til ein gerandisdag. Tit kunnu taka uppskriftina niður her: Tað er ein lekkur laksagrýta við spinati og sólturkaðum tomatum.
Laksurin eg havi brúkt er frá Bakkafrosti. Vit kunnu sanniliga vera stolt av, at vit búgva í einum landi, sum selur heimsins besta laks, sum er fullur í vitaminum í staðin fyri at skula noyðast við eini frystari pitsa í ovnin.
Lekkur laksagrýta – við spinati og sólturkaðum tomatum
Tilfar:
- 4-6 bakkafrost laksa fløk, uttan skræðu og bein
- 2-3 ss olju frá sólturkaðu tomatunum
- 1/2 leyk, fínthakkað
- 5 hvítleyksfet, fínthakkað
- Uml. 100 g sólturkaðum tomatum, grovthakkað
- 100 ml fiskabót
- 300 ml rómi
- Uml. 150 g fríkst baby spinat
- salt og pipar
Mannagongd:
Set fyrst rísið á kók. Síðani kanst tú byrja at steikja laksin nakrar min. á hvørjari síðu, ella akkurát nóg mikið til, at tað fær eitt sindur av farvu. Legg tann steikta laksin á ein tallerk og nýt ta somu steikipannuna at gera sósina við.
Steik leykin og hvítleykin og koyr síðani tær sólturkaðu tomatirnar í. Koyr síðani fiskabót, róma og til endans spinatið í. Smakka sósin til við salt og pipar. Tann steikti laksurin verður lagdur niður í sósina og so kann laskagrýtan borðreiðast beinanvegin. Um tit eru ein familja, ið ikki dámar spinat, so kunnu tit brúka okkurt annað grønt ístaðin t.d. brokkuli í smáum tyssum.
Tað riggar væl at hav rís, pasta ella nuddlir afturvið.
Hetta er ein fantastiska lættur og lekkur døgurði um tú spyrt meg ☺
Eg vóni at hetta smakkar væl og eisini verður ein at tykkara yndis rættum heima hjá tykkum.
Hesin lekkri laksurin er stuðlaður frá Bakkafrost. Vit frá Kaffiløtuni siga stóra takk fyri ☺
Væl gagnist