Í eini fittari íbúð í Aalborg býr Julia Wenselsdóttir Danielsen. Hon býr saman við soninum Nóa Mattias. Julia nemur sær útbúgvingina sum sjúkrarøktarfrøðingur á UCN, og hava tey hava búð niðri síðan 1. Septembur 2017. Áðrenn tey fluttu niður búðu tey á Toftum. (Greinin er upprunaliga skrivað summarið 2017)

Julia greiðir frá:
Íbúðin hevur 2 kømur, køkur og stova í einum rúmi, eitt baðirúm og so ein gongd. Øll íbúðin er ljós; allir veggir, listar og loft eru hvít, gólvini eru ljóst træfarva, hurðarnar eru ljósagráar, flísar eru í durinum og á baðirúminum, altanhurð er bæði út frá barnakamarinum, sovikamarinum og frá køkinum/stovuni, stórt vindeyga er eisini í køkinum/stovuni, úthurðin er grá við stórum rúti í (sum gevur ljós inn) og stór terassa er út frá køkinum/stovuni, sum er uml. 15 kvm. Sum sagt, so eru tað hesir litirnir sum ganga aftur í allari íbúðini; hvítt, ljóst grátt og ljóst træ. Í barnakamarinum eru tað dempaðir litir sum allir eru í ymiskum bláum tónum.
Eg royni at seta mín egna dám á heimið við hugskotum um íblástri og stíli, sum eg havi í bakhøvdinum. Eg haldi, at eg tori at siga, at mín stílur óivað mest merktur av rákinum sum er í dag. Ein stórur partur av mínum íblástri kemur av instagram, har ein kann sita leingi, og fáa íblástur frá. Eg hyggi nógv eftir donskum instagrambrúkarum, tá eg leiti eftir íblástri til barnakamarið. Mær dámar best litir, sum eru dempaðir og ikki sterkar litir. Um tað er ein litur, so helli eg sum oftast til ta kámastu/ljósastu útgávuna av litinum. Tað er ongantíð ov ljóst inni, meira reinar litir tú hevur í einum rúmi, størri kennist rúmið.
Mær dámar í roynd og veru sera væl kvalitetsvøru. Td. Hay, Kubus, Kahler, Lyngby og Royal Copenhagen, fyri at nevna nøkur. Eg brúki sum oftast hesi ting at dekorera/pynta við. Annars hugsi eg sum sagt mest um, at tað skal vera ljóst, reint og síggja heimligt út.

Mín áhugi fyri innrætting kom óivað spakuliga, tá eg havi verið uml. 17 ára gomul. Tá byrjaði eg at hava áhuga fyri tingum sum kanska vóru “móti/inn”, og so vaks áhugin bara meir og meir. Tað byrjaði jú frá at skula innrætta sítt egna kamar, til síðani at kanska hava eina lítla ávirkan at sleppa at hjálpa mammu at pynta antin køkin ella stovuna, og síðani at flyta út, og skula standa fyri øllum sjálv. Øll tey árini er mín áhugi bara vorðin størri og størri. Úrslitið av øllum hesum er so, at innrætting er vorðin ein partur av mínum frítíðaráhugamálum.
Mær dámar best køkin/stovuna, tí eg leggi sera stóran dent á, at rúmið gerst so heimligt og hugnaligt sum møguligt. Vit eru jú í tí rúminum tað mesta av degnum og tað er eisini har, sum øll eru, tá vit hava gestir. Mær dámar eisini sera væl sovikamarið í løtuni, tað man eisini vera tí, at tað júst hevur fingið seingjarborð/upphang.
Góð ráð at hava í huga, tá ein skal innrætta
Ikki koyra ov nógv uppá veggin beinanvegin; best er nokk at fáa møblarnar uppá pláss og so vita, hvussu ein kann innrætta á besta hátt. Um ein ynskir at eitt rúm skal síggja størri út, so er at velja teir stóru møblarnar í ljósum litum. Hetta “triksið” kann gera so nógvan mun, tí tað gevur bæði meira ljós í rúmið, og eisini kann rúmið tykjast størri. Tá ein hongur myndir ella tílikt uppi yvir sofu, kommodu ella borði, tá er gott at hava í huga at fáa hongt tað mitt á veggin, tvs. líka langt frá sofuni, niður frá loftinum og upp frá gólvinum. Hetta kann aftur skapa meira luft, av tí at tað er líka stórt glopp rundan um tað tingið ið verður hongt upp. Tað er eisini sera snilt at seta seg at hyggja at øðrum heimum og fáa íblástur frá øðrum, tað hevur í øllum førum riggað væl hjá mær.