Heimsins besti laksur

Tað er ótrúligt hvussu nógv matvanar hava at siga.

Við kostinum kunnu vit eta okkum frísk og fáa eitt heilt nýtt lív.

Tað er prógvað, at laksur hevur nógv gott Omega3 í sær.

Hetta ger tað at Omega3 heldur kyknuyvirflatuna bleytar og stuðla til hjartans vanligu gongd.

Her hava vit eina góða uppskrift uppá laks til ein góðan døgurða heima.

Hesin rætturin er við laksi og aspargesalat. Hann er lættur at gera og so smakkar hann eisini fantastiskt!

Tilfar til 4 persónar:

  • 500-600. gram laksaflak i 4 partum
  • 2 spsk. sitrónsaft
  • 3 spsk. hakkað persilli
  • 2 spsk. hakkað dild
  • 3 spsk. rasp
  • 25 gram. bleytt smør
  • Salt og pipar

Aspargesalat

  • 250 gram. grønar asparges
  • ½ blommkál
  • 10 radisur
  • 1 várleyk

Dypp

  • 3 spsk. sitronsaft
  • 2 spsk. oliu, gjarna nødduolju
  • salt

Tilhoyr:

  • Nýggj eplir

Soleiðis gert tú:

  1. Legg laksastykkini í eitt smurt eldfast fat. Síðani dryppa við sitrónsaft og kryddra við salt og pipar.
  2. Blanda persillu, dild, rasp og smør síðani deil tað yvir fiskin. Kryddra eitt sindur av salt og pipari. Stilla fatið í ovnin við 225 gr. í umleið. 15 min.
  3. Sker asparges i 2-3 cm stykkir. Kóka vatni og salti í 2 min. Tak vatnið av og set kalt í eini sigt.
  4. Sker blommkálið í smáar bukettir. Sker radisurnar i skivar. Sker várleykin smátt.
  5. Koyr grøntsakirnar í eina skál. Koyr dyppið omanyvir og vend tað í.
  6. Borðreið salatið til laksin saman við eplunum.

Hesin laksur er frá Bakkafrost.

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.