Eg minnist mítt heim, mín bý – og mína ungdómstíð,
summarkvøld, dans og aðrar løtur,
tá fullmánin flenti at tær, og elskhug í luftini var,
í kvøld vit skulu ganga amlar gøtur.
Nú vágin er spegilsklár, í lotinum flákrar títt hár,
gras og steinar nema tínar føtur,
her gingu vit hond í hond, mong kvøldini fram við strond,
her vit bæði festu sterkar røtur.
Á mínum cowboyjakka eitt friðarmerki stóð,
Og vit sungu saman tá ”All you need is love”,
lívið tað var okkara – vit áttu hesa tíð,
Vit høvdu egnar tankar, og vit vildu vera frí.
Vít eiga eitt heim, ein bý – men nú er ein onnur tíð,
eg sakni fjørusand og grønar fløtur,
tá daagsins stríð er av, at býurin ikki svav,
men fólk tey funnu út til hugnaløtur .
Tað vakra hugtekur øll – víkirnar, eiði og fjøll,
Sum skaptu lív og kor, ja, henda býin:
hetta var fedranna vón, í dag er ein onnur sjón;
hvat bjóðar okkum nú tann nýggja tíðin?
Eg slitið havi jakkan, har mítt friðarmerki stóð,
Men inni í mær sjálvum dansa enn tey somu ljóð,
:,:tað er nú, vit skulu liva, tað er nú, vit eiga tíð og kærleika til heimlandi, til fólk og henda bú.:,:
Eg altíð vil kenna tað væl, eg elski jú haga og dal
og alt, sum í náttúru tíni dregur,
vøkur ert tú á nátt, dagurin lýsir brátt,
í ørmum mínum liggur tú og svevur.