Leygarkvøldið kom tú tá til mín
eg havi bæði øl og brennivín
og heit er náttin.
Tá tú kemur seti eg tað krav
á góða tak tú tuflur tínar av
tí heit er náttin.
Og um gamli spyr teg hvat tú vilt
so svarar tú “tað heila verður stilt”
tí heit er náttin.
Tá tú kemur upp til mínar dyr
lykilin hongur har hann plagdi fyrr
tí heit er náttin
Tá tú kemur í mítt kamar inn
har stendur glas við bæði øl og gin
tí heit er náttin
Mín gamli plátuspælari er frá
og tú skalt seta “sildavalsin” á
tí heit er náttin
Tá tú kemur upp í mína song
so gera vit ein purluthærdan drong
tí heit er náttin
Tá tey spyrja nær hann gjørdur var
so skalt tú bara geva hetta svar
“Jú heit var náttin”